Annað

Allur ítróttur í Italia verður uttan áskoðarar komandi mánaðin

Coronavirusið herjar í suðurevropeiska landinum, og hetta ger millum annað, at fólk komandi mánaðin ikki kunnu fara til dystir í Seriu A.

Tað er langt síðani, at Serie A hevur verið so spennandi sum nú, men Ronaldo og co. fáa ongar áskoðarar til dystirnar komandi tíðina (Mynd: EPA)

Tað er langt síðani, at Serie A hevur verið so spennandi sum nú, men Ronaldo og co. fáa ongar áskoðarar til dystirnar komandi tíðina (Mynd: EPA)

2020-03-05 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Italia er tað landið í Evropa, sum er nógv harðast rakt av coronavirusinum. Nýggjast tølini, frá í gjár, vístu at yvir 3.000 fólk eru smittaði í landinum og 107 hava latið lív. Hetta er ein lutfalsliga stórur deyðstíttleiki, og nógv fólk, millum annað úr Danmark og Íslandi eru vorðin smittaði í norðara parti av Italia, har støðan er ring.

Les eisini: Minst 10 smittaði í Danmark
              Støðan í Íslandi er versnað

Danska uttanríkisráðið hevur mælt frá at fara óneyðugar ferðir til Norðuritalia , og SAS er eitt av flogfeløgunum, ið hevur steðgað allari flúgving til økið fyribils. Í Italia royna mynduleikarnir av øllum alvi at steða spreiðingini, og í gjár gjørdist greitt, at skúlar verða stongdir fram til mitt í mánðinum (komandi tíggju dagarnar).

Forsætisráðharrin, Giusepe Conti, segði í gjárkvøldið, at nú skuldi meira munagóð stig takast, og eitt umráðandi punkt er stór almenn tiltøk. Avgerð er tikin um, at øll ítróttartiltøk komandi mánaðin skulu fara fram uttan áskoðarar. Hetta er fyri, at ein leikvøllur, ein høll o.s.fr, ikki skulu vera støði, har smitta kann spreiða seg. Conti heitti eisini á ítróttarfelag um fáa síni læknatoymi at veruliga kanna hópin og fólkini rundanum. 

Seinasta vikuskifti vórðu fimm dystir í Serie A, allir í norðara parti av landinum, útsettir orsaka av coronavirusinum. Eisini vóru spenanndi hálvfinalurnar: Juventus - AC Milan og Napoli - Inter í Coppa Italia, sum skuldi verða mitt í hesari vikuni útsettar.

Tað ber tó sera illa til at útsetta ein heilan mánaða av til dømis Serie A, og tí verða dystirnir leiktir - bara uttan áskoðarar. Hetta fer at vera heldur løgið fyri leikararnar, men feløgini stuðla avgerðini. Inter Milan spældi í farnu viku Europa League-dyst á einum tómum San Siro/Giuseppe Meazza.

Hendan reglugerðin er galdandi fram til og við 3. mars. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder