
Hann var við í 2023, tá KÍ spældi seg í bólkaspælið og eisini við at nøkrum evropeiskum dystum í 2024 - millum annað við góðum avriki og málið móti HJK Helsinki í play-off umfarinum.
Hetta er tó nakað annað, staðfestir Hallur Hansson, nú KÍ aftur bjóðar av um pláss í play-off:
- Eg var við til at koma í bólkaspælið í 2023, men eg føldi ikki ordiliga, at eg var so stórur partur av tí...hetta er bara stuttligari: At vera fastur partur av liðnum og kenna meg púra til reiðar.
Hallur Hansson í play-off dysti á Tórsvølli í 2023 - tá var hartarbeiðandi miðvallarin júst komin í gongd aftur eftir drúgvan knæskaða (Mynd: Bjarni Enghamar)
Hallur Hansson eftir málið móti HJH Helsinki í play-off í fjør. Tað var tó ikki nóg mikið at koma í deildarspælið - tað droyma hann og KÍ aftur um í ár (Mynd: Sverri Egholm
Ein drúgvur knæskaði í 2022 og fyrra partin av 2023, umframt eitt afturfall, hava darvað roynda og dugnaliga miðvallaran nógv.
Í ár hevur nummar 10 hjá KÍ spælt fast og so at siga uttan skaða; eisini í evropeisku dystunum higartil.
- Sum fótbóltsspælari lítur man ikki altíð so nógv aftur. Man roynir bara at njóta løtuna og vera í tí. Og tað geri eg veruliga nú: Tað er ein strævin men stuttlig og spennandi tíð. Tá eg so hyggi eitt sindur aftur, so verði eg eitt sindur stoltur av at vera komin á hetta staðið...og glaður og taksamur fyri at tað ber til.
Sí eisini prátið við Hall um sjálva uppgávuna í kvøld: Hallur Hansson: Deildarspælið er stóra gularótin
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)
Til ber at keypa atgongumerki her
FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald