
KÍ skal í annaðkvøld klokkan 19.45 í eldin í 3. umfari í Conference League. Fyrri dysturin verður spældur á heimavølli, sum hesaferð er á Tórsvølli. Hetta tí tað er einasti leikvøllur í landinum, sum er góðkendur til Q3 og úteftir.
Sí eisini: Yvirlit: Soleiðis sær evropeiski mánaðin hjá KÍ og Vìkingi út
Hallur Hansson staðfestir fyri Portalinum, at evropeisku heimadystirnir í Klaksvík eru nakað serstakt, og at tað gevur KÍ nakrar fyrimunur. Tó plagar tað eisini at rigga væl á Tórsvølli, sigur royndi landsliðsmiðvallarin.
Nean Grodno er ikki nakað kent mótstøðulið. Utfrá video og øðrum kunnu teir í KÍ siga, at tað er eitt lið, sum spælir nakað øðrvísi enn hini liðini.
- Tað er altíð spennandi við hesum dystunum, at tað er nakað ókent, ið man møtir. Hetta liðið sær út til at spæla heldur øðrvísi, og kanska fara vit at hava bóltin meira enn í undanfarnu dystum, sigur Hallur.
Fyri 33-ára gamla miðvallarin er tað eingin ivi um, at FM er eitt stórt mál. Tó er Evropa nakað heilt serligt.
- Tað er eingin ivi um, at deildarspspælið er heilt stóra gularótin. Tað verður ógvuliga trupult - nú og serliga um vit koma víðari - men vit fara eftir tí, sigur Hallur Hansson.
Hoyr samrøðuna við Hall Hansson, sum hevur spælt fulla tíð mitt á miðjuni í øllum fýra evropeisku dystunum hjá KÍ í ár, ovast
Sí eisini: KÍ skal møguliga til Spania at spæla play-off
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrru dystirnir
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)
Til ber at keypa atgongumerki her
FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald