Fótbóltur

Yvirlit: Soleiðis sær evropeiski mánaðin út hjá KÍ og Víkingi

KÍ spælir fyrra dystin í 3. umfari í Conference League á Tórsvølli týskvøldið - Vìkingur spælir har hóskvøldið. Bæði liðini spæla úti 14. august og kunnu enda við dystum 21 august og 28. august.

KÍ hevur takkað fyri seg á Djúpumýru hetta evropeiska summarið við tveimum sigrum og víðari luttøku. Í morgin verður tað á Tórsvølli móti mótstøðu úr Hvítarusslandi (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur takkað fyri seg á Djúpumýru hetta evropeiska summarið við tveimum sigrum og víðari luttøku. Í morgin verður tað á Tórsvølli móti mótstøðu úr Hvítarusslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-04 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var lutakast til play-off umfarið í Conference League. Hetta er seinasta støðin, áðrenn deildarspælið.

Víkingur var í Champions Path og var styrkismett, tí mótstøðuliðið í 3. umfari, Linfield, hevur so nógv styrkisstig. Føroyameistararnir skulu til Kroatia ella Írlands, um tað eydnast at koma víðari móti Linfield.

KÍ var ikki styrismett og skal seinni í mánaðinum møguliga til Spania, sum tað fyrsta føroyska liðið higartil, at spæla evropeiskan dyst. Rayo Vallecano verður mótstøðuliðið hjá KÍ ella Nenan Grodno í play-off umfarinum. Madrid-felagið endaði á 8. plássi í La Laiga síðsta kappingarár.

Les eisini: Play-off: Víkingur endar helst i Dublin

Sí eisini: KÍ skal møguliga til Spania at spæla play-off

Dystirnir í play-off-umfarinum vera sum útgangspunkt hósdagin 21. august og 28. august

[object Object]
Víkingur er sum føroyameistari í Champions Path og hevur fingið ein eyka møguleika í Conference League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Byrja á Tórsvølli hesa vikuna

Áðenn steypafinalistarnir og meistararnir seinastu árini kunnu byrja at hugsa um play-off, snýr tað seg um uppgávurnar í 3. umfari. Lagt er upp til tættar uppgerðir.

Bæði KÍ og Víkingur hava heimadysti hesa vikuna. Spælt verður á Tórsvølli tí tað er einasti leikvøllur í landinum, sum er góðkendur til Q3 og úteftir.

KÍ spælir longu í morgin, týskvøldið klokkan 19.45, meðan Víkingur spælir hóskvøldið 7. august klokkan 19. Bæði hava útidyst hósdagin 14. august.

Hjá KÍ er tað tó heldur serstakt, tí hvítarussiska liðið Neman Grodno ikki sleppur at spæla í heimlandinum. Hetta er vegna støðu tess til krígsførsluna hjá Russlandi. Harvið skal dysturin 14/8 spælast á uttanveltaðum vølli: Í ungarska býnum Szeged.

Niðanfyri sæst yvirlit fyri skránna hjá KÍ og Víkingi, og hvørjir dystir í Føroyum fyribils eru fluttir vegna luttøkuna

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrru dystirnir
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

Hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

Seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno  - KÍ (Spældur í Ungarn)

19.45: Linfield - Víkingur 

Dystirnir í play-off umfarinum verða sum útgangspunkt spældir hósdagin 21. august og hósdagin 28. august. 
KÍ stendur til at byrja á heimavølli og Víkingur á útivølli

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder