Hondbóltur

- Ein fest og hæddarpunktið í hondbóltsárinum

Ári Rouch frá HSF sigur, at tað er syrgt fyri, at eingir líknandi trupulleikar verða við gólvinum, sum tað vóru í fjør.

Her er Stórhøllin við til reiðar til finalurnar í 2018 - tað vóru tær fyrstu síðani umbyggingina. Nú er við at verða klárt til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Her er Stórhøllin við til reiðar til finalurnar í 2018 - tað vóru tær fyrstu síðani umbyggingina. Nú er við at verða klárt til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-14 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin er tann fyrri steypafinaludagurin í Høllini á Hálsi. Tey vaksnu leggja út, og harvið verður byrjað við høvuðsrættinum. Tvær ungdómsfinalur verða leiktar í annaðkvøld og hinar átta sunnudagin.

Steypafinaluvikuskifti er eitt stórt tiltak, og vit hava spurt Ára Rouch, samskipara hjá Hondbóltssambandinum um fyrireikingarnar:

- Vit hava gjørt hetta nú í nøkur ár og ment tiltakið saman við okkara samstarvsfeløgum. Fyrst og fremst er tað P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi, men eisini hallarumsitingini og starvsfólkunum har. So eru tað eisini fjølmiðlar, sponsorar, Ljóð-Tøkni, hondbóltsfeløgini og øll annars sum eru partur av tiltakinum.

[object Object]
Ári Rouch í gongd við at hjálpa við at fáa lýsingarnar fastar í gólvið í byrjanini av kvinnufinaluni í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør vóru stórir trupulleikar av serstaka gólvinum, ið verður nýtt til finalurnar. Byrjanin av kvinnufinaluni varð órógvað, og stutt inni í dystinum var aftur galið. Eisini varð mansfinalan steðgað eina løtu orsaka av gólvinum:

- Allir partar, sum hava nakað við gólvið at gera, hava verið sera “obs” upp til finalurnar í ár. Gólvið verður nú vaskað, áðrenn lýsingarnar verða klistraðar á, so at tað ikki verður nakað við, at vatn kann seta.

- Í høvuðsheitinum gera royndirnar, at øll kenna sínar uppgávur betri, og eru meira til reiðar til trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp. Og so eru tað feløgini og áskoðararnir, sum eisini eru við til at gera hetta til eina fest og hæddarpunktið í hondbóltsárinum.

Dystarskrá fyri finaluvikuskifti: 
Leygardagur 15. februar

Kl. 13.30 H71 – VÍF (Kvinnur -  Les eisini: VÍF fyri áttandu ferð - H71 fyri fyrstu ferð nakrantíð)
Kl. 16.00 Kyndil – H71 (Menn - Les eisini: Mest vinnandi felagið í søguni skal dystast við nýggja stórfelagið um steypið)
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b

Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder