Fótbóltur

- Emmanuel skal vera við til at fylla tómrúmið eftir Adrian

Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari um nýggja álopskenda spælaran úr Gana. Emmanuel Duah er fyrsti og fremst vinstri vongur, sum hevur sína stóru styrki í ferðini og í tí at bjóða av.

- Her er talan um ein spælara, sum kemur við nøkrum serligum dygdum, sum eg vænti vit fáa stóran gagn av. Umframt hansara eyðsýndu fótbóltevnir, hevur hann eisini tær menniskjaligu dygdirnar, ið hóska væl til, og sum vit vænta av øllum HB’arum. Soleiðis sigur Adolfo Sormani, HB-venjara, um nýggja álopskenda spælaran hjá felagnum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

- Her er talan um ein spælara, sum kemur við nøkrum serligum dygdum, sum eg vænti vit fáa stóran gagn av. Umframt hansara eyðsýndu fótbóltevnir, hevur hann eisini tær menniskjaligu dygdirnar, ið hóska væl til, og sum vit vænta av øllum HB’arum. Soleiðis sigur Adolfo Sormani, HB-venjara, um nýggja álopskenda spælaran hjá felagnum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2024-02-07 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Kviki framrættaði Emmanuel Agyeman Duah skiftir til HB úr svenska felagnum AFC Eskilstuna. Hann skal fylla rúmið eftir Adrian, nú hann er farin til Danmarkar og Hillerød at royna seg.

Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari í dag, í samband við at felagið í gjár gjørdi sáttmála við 21-ára gamla Gana-búgvan.

Sí eisini: HB hevur gjørt sáttmála við vong úr Gana

Duah kemur sum úr svenska felagnum AFC Eskilstuna, sum spældi í næstbestu deildini, Superettan, í fjør. Komandi tvey árini eitur heimavøllurin so Gundadalur, og tað er ein spentur Emmanuel, sum nú fer at lata seg í reytt og svart.

– Fyrst og fremst eri bara øgiliga glaður fyri at vera her. HB er eitt spennandi felag, og tá Dodo (Adolfo Sormani, red.) fortaldi mær um ætlanirnar fyri komandi ár, føldi eg, at hetta var tað rætta stigið hjá mær at taka. HB er eitt stórt felag, so sjálvandi er ætlanin at spæla við um steypini. Felagið og eg hava somu ambitiónir, sigur hann við hb.fo. 

Felagið leggur sjálvt dent á, at saknur verður í Adrian Rúnason Justinussen, sum seinastu árini hevur verið snúningsdepilin í framrættaða spælinum. Hann spælir nú í danska Hillerød, so Emmanuel skal vera við til at fylla tómrúmið eftir Adrian í álopskenda spælinum, har hann fyri tað mesta spælir á sama plássi og hevur nakrar heldur øðrvísi dygdir.

– Eg spæli fyri tað mesta á vinstra vongi. Mín størsta styrki er ferðin. Sum framrættaður spælari skal eg sjálvandi fyrst og fremst vera við til at skapa tað offensiva spælið. Seta mínar liðfelagar upp, og eisini skjóta nøkur mál sjálvur. Eg eri enn ungur, og kann menna meg enn meira. Og tað føli eg, at eg kann gera her. Eg vil allatíð gerast betri, og eg føli at hetta er eitt gott stað hjá mær at menna meg

Sí eisini: Adrian hevur fingið heilt góða byrjan í Hillerød

Hevur dygdirnar sum ein HB'ari skal hava

Heimasíðan hjá HB skrivar, at talan er um ein spælara, sum nýggi høvuðsvenjarin hevur haft eyguni við í eina tíð. "Dodo", sum hann hevur nevndir hevur allatíð lagt dent á, at teir spælarar, sum koma til HB, skulu hava nakrar heilt serligar dygdir. Og tað hevur Emmanuel.

– Emmanuel er ungur og spennandi leikari, sum hevur møguleika at menna seg enn meira. Hann er sera kvikur, og kann spæla á flestu framrættaðu plássunum. Hann er góður á bóltinum, og sterkur mann ímóti manni. Her er talan um ein spælara, sum kemur við nøkrum serligum dygdum, sum eg vænti vit fáa stóran gagn av.

Tað er ikki bert tann fótbóltslig parturin, sum merkir nakað, staðfestir Adolfo Sormani:

– Umframt hansara eyðsýndu fótbóltevnir, hevur hann eisini tær menniskjaligu dygdirnar, ið hóska væl til, og sum vit vænta av øllum HB’arum. Hann vildi fegin til HB, og tað merkir, at hann er motiveraður og hevur rætta hugburðin. Hetta er ein spælari, sum vit hava hugt eftir í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um avtalan endiliga er komin uppá pláss.

HB hevur fyrr í vetur fingið Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur og Mohammed Samba úr B68. Hesa vikuna eru U21-landsliðsspælararnir, Rasmus Nilsson og Elias Rusborg, lagdir afturat. 

Sí eisini: HB hevur gjørt sáttmála við U21-landsliðsmálverja og miðverja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder