Í gjár vórðu nøvn sett á teir 22, ið skulu vera í føroyska hópinum til komandi EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra. Eitt av teimum er heilt nýtt í A-landsliðshøpi: Jákup B. Andreasen, ið sum tann einasti er úttikin til bæði landsliðini. 20-ára gamli miðvallarin hjá KÍ hevur ofta verið nevndir í samband við A-landsliðið eftir fleiri góð avrik á U21 og støðuga menning í Klaksvík, har Jákup nú er liðformaður og spælir fast á 5. árið. Fyri Jákup, ið var við til venjingar hjá Lars og Jóannes seinasta heyst, er hetta ein dreymur, ið gongur út:
- Tað var sjálvandi ógvuliga stórt fyri meg at síggja mítt navn á listanum í gjár, og eg gleði meg ótrúliga nógv til uppgávuna. Tað er heilt víst ein dreymur hjá mær at sleppa á A-landsliðið. Hetta er nakað, ið eg havi arbeitt hart fyri og serliga aftaná man hevur smakkað til tað við úttøkuvenjingum.
Les eisini: Nýggj og frísk nøvn við: Royndir profilar ikki við
Jákup hevur spælt á øllum U-landsliðunum, men hetta er serstakt:
- Eg síggi nakað øgiliga stórt í at umboða Føroyar, og tað havi eg altíð verið stoltur av, tá eg havi spælt viđ U-landsliðunum. Men hetta er nakað heilt serligt, av tí at hetta er A-landsliðið.
Andrias Eriksen: - Hetta er ein dreingjadreymur
Við Jákupi í sentralum leikluti og við liðskiparabandinum um armin, hevur KÍ havt eitt frálíkt kappingarár higartil. KÍ er oddalið, og Jákup er samdur í, at góða kappingarárið hjá liðnum og honum persónliga hevur gevnum honum størri sjálvsálit. Leikluturin sum liðformaður og stóra ábyrgd i ungum aldri hevur ment klaksvíkingin:
- Ja, eg føli, at eg saman viđ liðinum havi havt eitt fínt kappingarár inntil víðari.
Eg haldi, at tað er náttúrligt, at man mennist væl sum leikari og persónur, tá man fær meira ábyrgd, og tað havi eg notið gott av.
(Jákup B. Andreasen - her í stríðið um bóltin við Sebastian Pingel úr HB - Mynd: Sverri Egholm)
Fyrst skal hann spæla við U21 á Svangaskarði, og dagin eftir er hann í hópinum móti mæta Spania. Jákup Biskopstø Andreasen er bjartskygdir um teir tríggar dystirnar og droymir um spælitíð á Tórsvølli:
- Eg síggi positivt uppá uppgávurnar. Eg haldi, vit hava ein góðan kjans at fáa stig ímóti Kasakstan viđ U21. Eg haldi eisini, at vit hava møguleika á heimavølli móti Spania og Norra at fáa góð úrslit. Har fái eg vónandi mínar fyrstu minuttir við A-landsliđnum, sigur Jákup at enda.
Fótbóltur
- Fái vónandi mínar fyrstu minuttir
Jákup B. Andreasen er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni og verður eisini í U21-hópinum i komandi viku. Klaksvíkingurin gleðir seg og sær tað sum nakað ógvuliga stórt.
Jákup skoraði í oktober til 2-1 fyri U21-landsliðið á Tórsvølli móti Litava. Miðvallarin hevur spælt níggju dystir fyri U21 (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-29 10:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald