Kappróður

- Farin er nú foldum frá

Hannisi Joensen til minnis.

2024-01-04 10:30 Author image
Minningarorð / Róðrarsamband Føroya
placeholder

Nýggjársaftan 2023 var jarðartíðin uppi. Óvarandi vart tú komin til hina evstu vág, ið lív frá londum skiftir, og sum vit einsamøll mega fara um, sigandi menniskjunum og løtunum farvæl.

Góði Hannis.

Hestfjørður mundi ala fram í tær hin fyrsta hugin til árina og kveikja í barmi lyst til bát og brøgd. Men tað, sum veruliga festi í og legði afturat, var kenslan at vera saman. Tí felagsmaður vart tú, og felagsskapin hevði tú í tínum skjøldri. Virkaði hyggjuliga fyri honum á báti og landi og bar flaggið fyri hann.

Ikki var árin heldur tornað í leiki, so tørnaði tú til fyri Róðrarsambandið, har tú tey næstu fimmogtjúgu árini arbeiddi fyri felagsskapinum við sama hugi og hegni, tey seinastu tíggju sum formaður.

Opin og lurtandi. Fryntligur og álítandi. Treiskur og viljafastur. Soleiðis telvandi við hesum dygdum, ið sannir flaggberar mega hava, til komið var á mál og tikin vóru tøk, ið vóru hinum føroyska kappróðrinum at frama.

Væl royndist tú okkum, Hannis, og tøkk fái tú fyri virðismikla verk títt.

Hvíl í friði, frægi maður, og Jesuspápi veri hjá tykkum, ið eftir sita.

Róðrarsamband Føroya 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder