- Amine Gouiri gjørdi lívið lættari fyri franska liðið, tá hann, við hjálp frá føroyska málverjanum, skjótt setti hol á.
Soleiðis skrivar stóri franski ítróttarmiðilin L'Equipe, í stuttari dystarfrásøgn um ótrúliga 1-1 U21-dystin í gjárkvøldið, á heimasíðu sínari.
Víðari verður greitt frá, at Frakland sat á spælinum í fyrra hálvleiki og hevði nakrar møguleikar, áðrenn málverjin Illan Meslier gav eina gávu, ið "Lokin" tók av.
Sí málið hjá Steffani Løkin her
- Tað var eitt útjavnandi mál, ið Føroyar so at siga ikki kundu droymt um, tí liðið var bara í verjustøðu. Tá so áleyparin hevði skorað í tóma málið, so gjørdist alt meira torført fyri teir bláu, ið stóðu yvirfyri mótstøðuliðið, ið veruliga stóð saman og nú var vakt av nýggjum og eggja til at halda fram at stríðast
Nakað soleiðis heldur greinaskrivarin fyri, og hann viðgongur, at fraklendingar ikki vóru førir fyri at finna loysnir í síðunum, og at teir bert góvu Reynatro, ið fyrr í dystinum hevði havt ein góða bjarging, trupulleikar tvær ferðir eftir málið. Hann sigur at graslíkisvøllurin, ið var vætaður, sá út sum ein fella - ein fella í fekk fatur á franska liðnum, ið nú veruliga møtti sínari fyrstu forðing ávegis til EM 2023.
Les eisini:
Føroyar fingu fantastiskan javnleik móti Fraklandi
Eigur ikki at bera til
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald