Føroyska U21 landsliðið syrgdi fyri einum av størstu úrslitunum í føroyskari landsliðssøgu, tá teir í kvøld spældu 1-1 javnleik móti stóru stjørnunum úr Fraklandi.
Tað var Steffan Løkin, ið tíggju minuttir eftir stegðin einsamallur legði trýst á eftir ein langan bólt. Illan Meslier, ið verjir malið hjá Leeds United, rakti illa, tá hann skuldi alvera stutt, B68-áleyparin fekk fatur á leysa bóltinum og úr áleið 40 metrum fekk hann júst nóg mikið av ferð á, so at bólturin kundi rulla í franska málið til 1-1.
Televarpið sendi dystin beinleiðis á Rás1, og hevur lagt málið á Facebook. Síggj tað niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald