Súna Krossteig Hansen er í dag kunngjørd sum nýggjur leikari í Skanderborg, sum spælir í bestu donsku deildini.
Hon hevur seinastu tvey kappingarárini spælt í Ajax København í bestu donsku deildini, men nú liðið flytur niður í næstbestu deildina, fer føroyski landsliðsbakkurin at royna seg aðrastaðni.
Ajax København skrivaði um hetta fyrr í dag, og sambært keldum hjá Portalinum, hevði Súna Krossteig Hansen skrivað undir við Skanderborg.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Og 23 ára gamla havnarkvinnan gleðir seg at gerast partur av Skanderborg.
- At gerast partur av Skanderborg er eitt stórt stig á leiðini fyri meg og mína yrkisleið. Eg gleði meg til at gerast partur av liðnum og felagnum. Tað er greitt fyri mær, at Skanderborg raðfestir menning og dedikatión høgt, og tað passar væl til míni mál og virði sum spælari, sigur Súna Krossteig Hansen við heimasíðuna hjá Skanderborg Håndbold.
- Eg gleði meg til at gerast partur av venjingarumhvørvinum, og eg eri vísur í, at hetta er tað rætta stigið fyri meg og mína yrkisleið.
- Saman við mínum liðfeløgunum, eri eg vísur í, at vit fara at arbeiða beinhar fyri at røkka okkara felags málum, sigur Súna Krossteig Hansen.
Les eisini: Súna heldur fram í bestu donsku deildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald