Eisini tann seinasta kappríðingin í ár gjørdist spennandi. Fimm kappingar hava verið og í tvíspor fyri vaksin vóru fýra ymiskir vinnarar.
Silfa og Ása Bárðardóttir vóru tær einastu, ið vunnu tvær kappingar. Tær gjørdust eisini uppibornir FM vinnarar. Tískil verður tað Ása Bárðardóttir, sum fer at ganga fremst í ólavsøkuskrúðgonguni næsta ár – hon er eisini yngsti vinnari av FM í tvíspor í søguni.
Kappingina í Vágum var tað tó Grani og Hallur Hansen ið vunnu, tað var minni enn eitt sekund á muni millum nummar eitt og nummar sjey, tað er sera sjáldsamt tað hendir. So hetta var virðiligur endi á einum sera spennandi kappingarárið.
Grani er nýggjur í kappríðing, men hevur verið sannførandi tær seinastu kappingarnar, so har er helst okkurt spennandi í væntu. Nummar tvey í Vágum vóru Óðin og Silja G. Eystberg og nummar trý var føroyameistarin Silfa og Ása Bárðardóttir.
Tøltkappingina vunnu Brynjar og Regin Johannesen, skeið var vunnið av Orku og Ranju H. Djurhuus – Strákur hjá Bárði Johannessen gjørdist FM vinnari í tølt og Syrpa hjá sama Bárði Johannessen vann FM í skeið. Travkappingina vunnu Grettir og Yrsa H. Djurhuus, tey gjørdist eisini føroyameistarar.
Bárður er pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann FM í tvíspor vaksin, so har endaði trý FM-heiti í sama húsi.
Kappingin í tvíspor fyri ung vara sera sjáldsom. Tríggjar systrar endaðu á sigurspallinum, Ranja H. Djurhuus vann við Sirkill, tey vunnu eisini FM, Eyðdis H. Djurhuus gjørdist nummar tvey á Grettir Reyða og Yrsa H. Djurhuus nummar trý við Stormi – hetta man eisini vera søga í føroyskari kappríðing.
Tvíspor II flokk vann Hans Pauli Polsen á Tindi, har er eingin føroyameistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald