Annað

- Hart at fáa eina slíka tíð til júst hesa kappingina

Signhild Joensen endaði nummar 44 av 48 til EM í 100 metrar rygg og var stutt undir tvey sekund yvir sína bestu tíð á teininum. Í morgin snýr tað seg um 200 metrar rygg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-21 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin royndi Signhild Joensen seg fyri fyrstu ferð á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest. Í 50 metra ryggsvimjing svam hon tíðina 29.89. Hetta er hennara 9. besta tíð nakrantíð, skrivar svimjing.com - hin besta er føroyska metið hjá henni á 29.54 frá EM í Glasgow í 2018.

Tað gekk ikki eins væl hósdagin, tá Signhild luttók í 100 metra ryggsvimjing á. Hon kom á mál við tíðini 1:04.72, og tað hevði við sær, at hon endaði nummar 44 av teimum 48 sum luttóku í hesi kapping. Signhild eigur sjálv føroyska metið á teinum. Tað var 1:03.01, sum hon fyrst setti á Bergen Swim Festival í 2018 og síðani svam ájavnt við á somu stevnu í 2019.

Harvið var hetta nakað frá hennara bestu tíð og í samrøðu við Hörð J. Oddfríðarson,  fyrrverandi formanninum hjá íslendska svimjisambandinum, irðaði svimjarin av Norðoyri seg, um at ein slík tíð kom fyri í einari so stórari kapping men sá fram til næstu kapping síðani.

Sí stuttu samrøðuna omanfyri

Orsakað av koronastøðuni noyddist venjarin hjá Signhild at melda avboð, og tað var so mikið seint at tað var hopuleyst at fáa nakran annan inn. Íslendingarnir í Budapest hava síðani hjálpt til, skrivar svimjing.com. Tað er í eisini í hesum sambandi, at samrøðan varð gjørd.

Signhild Joensen skal svimja 200 rygg í morgin. Tað er hennara síðsta kapping til Evropameistarastevnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder