Fótbóltur

- Hava ikki fýrverk til reiðar í Sarpugerði í kvøld

Formaðurin í Víkingi fegnast um blómandi felagskapin og hugsar ikki so nógv tær vaksandi peningaupphæddirnar. - Vónandi kunnu okkara ætlan og konsept føra okkum til fleiri heiðrar í komandi tíðum, sigur Brandur Jacobsen.

- Um vit vinna FM ella ikki, og harvið hava fleiri ella færri pengar, ávirkar ikki hvat vit koma at gera. Vit hava valt eitt konsept – eina leið - og ætla í størsta mun at halda okkum til tað, vísir Víkinga-formaðurin á. Jóhan Petur Poulsen fer ikki brádliga at hava eina rúgvu av nýggjum spælarum næsta ár (Mynd: vikingur.fo)

- Um vit vinna FM ella ikki, og harvið hava fleiri ella færri pengar, ávirkar ikki hvat vit koma at gera. Vit hava valt eitt konsept – eina leið - og ætla í størsta mun at halda okkum til tað, vísir Víkinga-formaðurin á. Jóhan Petur Poulsen fer ikki brádliga at hava eina rúgvu av nýggjum spælarum næsta ár (Mynd: vikingur.fo)

2024-10-04 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nei, fýrverk verður ikki klárt beint aftaná dystin í Sarpugerði í annaðkvøld.

Soleiðis svarar Brandur Jacobsen flennandi, tá Portalurin í gjárkvøldið fyrst spurdi formann Víkings, um hann nú hevur funnið fýrverk fram. Føroyameistaraheitið kann koma í hús í kvøld, men fyribils verður eingin FM-veitsla í Víkingahúsinum. Tað verður tað tó helst skjótt. Tað noyðist formaðurin tó at ásanna.

- Vit mugu liva við, at vit eru favorittar at vinna FM 2024. Skuldi tað hent, at vit vinna dystin í annaðkvøld, so mugu vit fara at hugsað um fýrverk, tí so verður trupult hjá KÍ at innheinta okkum.

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 04.10

17.00: Víkingur - ÍF

18.30: KÍ - NSÍ
18.30: B68 - Skála

Støðan í oddinum undan triðseinasta umfari
Støðan: 
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)

Sí eisini: 
Fríggjakvøldið verður møguliga avgerandi fyri FM og niðurflyting
Víkingur kann nú vinna sítt triðja FM-heitið

Júst KÍ hevur vunnið FM hjá monnum trý tey seinastu árini, men nú bendir alt á, at Víkingur fer avstað við tí. Sum heild hevur talan verið um eitt ógvuliga flott kappingarár hjá liðnum í Eysturkommunu - og felagnum sum heild.

- Tað er trupult hjá mær at finna røttu orðini fyri hvussu glaður og stoltur eg eri av góðu gongdini í okkara felag. So sera glaður fyri at tað megnar arbeiði, sum so nógv fólk í okkara felag leggja fyri dagin, sæst aftur í góðum úrslitum á vøllinum.

[object Object]
Teir nakað yngri og teir nakað eldri - teir flestu lokalu - standa saman um felagsskapin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]U17-dreingirnir; teir eru eitt av fýra liðum úr Víkngi, sum skulu spæla steypafinalu leygardagin (Mynd: vikingur.fo)

Tað er ikki løgið, at Brandur Jacobsen er errin av menningini í felagnum. Nógvir lokalir spælarar vinna fram. Kvinnurnar hava sítt besta ár nakrantíð við spenanndi ungum liði og eru í steypafinaluni fyri fyrstu ferð, umframt at næstbesta mansliðið liggur til at vinna 1. deild. Eisini er Víkingur, saman við B36, best umboðað í ungdómsfinalunum, sum verða spældar í hesum døgum.

- Høvuðsfokusi í ungdómsdeildini hjá Víkingi er at menna góðar fótbóltsleikarar. At vit so megna at hava lið sum klára seg væl bæði í landskapping og steypakapping, er so bara prógv um, at vit gera okkurt rætt. Hjá teimum vaksnu vilja og royna vit altíð at verða við í oddinum. Okkara besta manslið hevur, síðani byrjan við Víkingi í 2008, vunnið eitt ótal av heiðrum. Kvinnufótbólturin hjá okkum hevur hesi árini verið í eini menningartilgongd, sum vit byrja at síggja fruktirnar av: Tær hava kappast í oddinum av landskappingini og skulu spæla steypafinalu leygarkvøldið. Alt í alt nógv tekin um at felagsskapurin Víkingur blómar.

[object Object]
Brandur Jacobsen saman við Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir - gøtukvinnan er ein av størstu profilunum í Betrideildini (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Vóna at varðveita allar spælararnar - pengar eru komandi og farandi     

2024 er ikki av, men sjálvandi hevur Víkingur hugt uppá næsta ár. Talan er eisini um liðið í Betrideildini hjá monnum, sum er í best støðu, í mun til sáttmálar til 2025 (og frameftir).

Tað fyllur tó eisini nakað, at tað er áhugi fyri spælarum sum Geza Turi, Olafi Bárðarson og Poul Kallsberg uttanfyri landoddarnar. Brandur Jacobsen vónar tó, at Víkingur kann halda uppá hópin. Eingin staðfesting kemur um, at Víkingur fer at styrkja hópin við spælarum uttanfrá.

- Okkara fyrireikingar til 2025 fyri besta mansliðið eru komnar væl áleiðis, við at flestu leikarar í hópinum hava sáttmála komandi ár. Eg vóni, at allir leikarar verða verandi. Tað hevur verið nakað av áhuga fyri onkrum leikara, og skuldi tað hent at onkur fer burturav, so kann tað merkja at vit heinta onkran leikara.

[object Object]
Brandur Jacobsen stórfegnast um góður gongdina hjá spælarunum og felagnum sum heild. Geza Turi kann verða ein, sum fer víðari úr Víkingi í vetur (Mynd: Fótvóltssamband Føroya)

Tað vil siga, at Víkingur ikki ætlar at broyta nakað serligt í sínari kós. Hetta sær Brandur Jacobsen sum so ikki nakra orsøk til.

- Um vit vinna FM ella ikki, og harvið hava fleiri ella færri pengar ávirkar ikki hvat vit koma at gera. Vit hava valt eitt konsept – eina leið - og ætla í størsta mun at halda okkum til tað. Hetta er konseptið sum okkara lítla samfelag í Eysturkommunu trívist best við.

At vinna Betrideildina hjá monnum gevur møguleikan at spæla í Champions League, og har er ein "byrjanarupphædd" á yvir seks milliónir brutto. Prátið um pening fyllur tó ikki nógv hjá Víkinga-formanninum, og skal slíkt ongantíð koma í miðdepilin í Sarpugerði.  Heldur verður víst til ætlan felagsins - og heiðrar.

- Pengar eru komandi og farandi. Hvørja upphæd tú sum felag til eina og hvørja tíð eigur a konto, er søguliga rættiliga lítið áhugavert. Hartil eru heiðrarnir munandi meira áhugaverdir og fylla meira í søgubókunum. Vónandi kann okkara ætlan føra okkum til heiðrar í komandi tíðum, sigur Brandur Jacobsen at enda við Portalin.

Víkingur spælir í Sarpugerði móti ÍF klokkan 17. Portalurin verður á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder