Fótbóltur

- Hetta kemur als ikki av sær sjálvum

Poul Kallsberg avgjørdi fyri Víking í gjár, og ungi strandingurin setur orð á sína menning og arbeiðsháttin hjá oddaliðnum. Tað snýr seg í løtuni um hart arbeiði og næsta dyst.

- Vit eru fleiri, sum bjóða okkum fram, Jóhan Petur Poulsen lítir á teir yngru spælarnar, og at vit hava eina góða blanding av yngri og eldri spælarum, sigur Poul Kallsberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit eru fleiri, sum bjóða okkum fram, Jóhan Petur Poulsen lítir á teir yngru spælarnar, og at vit hava eina góða blanding av yngri og eldri spælarum, sigur Poul Kallsberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi ongantíð uppliva at vunnið so nógvar dystir á rað. Hetta er stuttligt og eitt sindur ringt at seta orð á.

Soleiðis sigur Poul Kallsberg, tá Portalurin í gjárkvøldið fekk fatur á sigursharranum við Løkin. Hansara mál í 64. minutti gjørdist tað einasta í dystinum millum Víking og NSÍ og tryggjaði tað tjúgunda sigurin á rað hjá Víkingi.

Les eisini: Poul og sterkt liðavrik tryggjaðu Víkingi tjúgunda sigurin á rað

- Vit hava nóg nógvar møguleikar tíðliga í dystinum til at leggja okkum á odda. Men vit noyðast at vera tolnir. Trúgva altíð uppá at vit fara at skora, og vit tykjast at orka betur enn hini.

Poul er nátúrliga høgrabeintur og hevur eitt gott skot. Tað var tó við vinstra beininum, og eftir at hann trekti inn í vøllin úr høgru, at 21-ára gamli vongurin skoraði í sigrinum á NSÍ. Hetta kom eftir at liðformaðurin, ið nærum eru tvífalt so gamal, gav boð og lat bóltin til hann:

- Tað var faktiskt Atli Gregersen sum bað meg og Jákup (hin vongin, red) býta um síðu til 2. hálvleik. Veit ikki heilt hví men vit gjørdu tað so. Atli lítur á meg í støðuni, gevur mær bóltin har og tosar fram: biður meg venda. So er pláss har, og tað er bara at taka eitt "hugg" við vinstra beinið. Eg havi vant við báðum beinum alt lívið, og tað er eitt gott vápn at hava. Eg siktaði eftir hasum málhorninum og rakti tíbetur.

Hvør er uppskriftin til hesa góðu gongdina?

- Vit mugu bara koyra á víðari. Hetta kemur als ikki av sær sjálvum. Vit arbeiða óluksaliga hart hvørja viku fyri at fáa hesi úrslitini, og vit arbeiða væl sum eitt lið. Tað gevur úrslit.

[object Object]
Poul Kallsberg skoraði í gjár fyri fimtu ferð í Betrideildini í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallberg kom til Víking úr barndómsfelagnum seinasta vetur, tá Skála flutti niður. Hann hevur verið týðandi álopskendur spælari í góðu gongdini, men að skuldi tilvenjing til. Hetta viðurkennir vandamikli vongurin, ið ikki spældi so nógv fyrstu tíðina í Sarpugerði:

- Tað var nakað øðrvísi at koma til Víking. Eg hevði ikki roynt tann inntensitetin, sum er her, fyrri. Tað var munur á venjingum, og hvat venjarin krevur av mær.  Tað var eg kanska ikki ordliga klárur uppá, emn eg trúði uppá meg sjálvan og arbeiddi meg inn á liðið (...)Nú eru vit fleiri sum rotera á vongplássumum og kunnu gera mun. 

Júst tað at nógvir eru um boðið, at venjarin lítur á ungar spælarar, og at tað er blanding við royndari og eldri spælarum eru millum lyklarnir hjá liðnum í Eysturkommunu.

- Her eru nógvir góðir spælarar, sum mangla vegna skaða. Aron Ellingsgaard manglar til dømis á miðjuni, men so síggja vit til dømis Árna koma inn og gera tað óluksaliga væl. Tað vísir, at ungir menn eisini kunnu taka av: Tað kemst millum annað av at Jóhan Petur (Poulsen. red) lítir á teir, og at vit hava eina góða blanding av yngri og eldri spælarum.

Víkingur hevur fult stigatal fyri sjey umfør og sær næstan ikki út til at støðga. Poul Kallsberg vil tó als ikki tosa um FM- møguleikan.

- Tað er bara næsti dystur, sum tað snýr seg um. Ein dyst í senn - tað eru enn tjúgu dystir, og vit skulu bara hugsa um at arbeiða hart víðari gera okkara til komandi dyst, sigur Poul at enda við Portalin.

--------------------------------------------------
Betrideildini 7. umfar
NSÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
64' Poul Kallsberg 0-1

Les eisini: Poul og sterkt liðavrik tryggjaðu Víkingi tjúgunda sigurin á rað

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 12 stig*
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig*
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

*Ein dyst færri

Næsta uppgáva hjá Víkingi er á útivølli móti EB/Streymi leygarkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder