- Vit byggja víðari uppá tað, sum vit hava arbeitt við leingi og royna at fínpussa okkara avtalur bæði í verju og álop. Vit hava millum annað spælt móti tveimum dreingjaliðum. Hetta gera vit fyrst og fremst fyri at venja okkum við tann fysikkin, sum vit koma at møta til EM. Har eru tær flestu størri og sterkari enn vit.
Soleiðis greiðir Brynja Høj Portalinum frá, tá vit spyrja roynda strikuspælaran og miðverjan úr Neistanum, hvussu føroyska kvinnulandsliðið hevur nýtt vikuna saman í Føroyum.
Tveir mánaðir eru til EM, og umráðandi er at nýta tíðina væl, tí Føroyar hava ikki so nógvar venjingar ella dystir saman áðrenn fráferðina til Sveis 27. november. Sambært Brynju Høj er eingin ivi um, at har ein EM-spenningur í landsliðsleguni. Nógv fyrireikingararbeiði, sum ikki beinleiðis hevur við hondbólt at gera, skal eisini gerast.
- Tad merkist væl, at EM nærkast. Longu nú hava vit fingið nógva kunning um praktiskt ting, ið vit skulu vita, tá ið vit koma til Sveis. Eisini eru vit farnar undir at gera videoupptøkur og myndir - bæði ein og ein og sum bólkur. Hesi skulu brúkast fram móti og til endaspælið. Eisini fyllir EM-prátið meira og meira millum okkum til venjingar og i frítíðini.
Brynja Høj (t.h). Hon og liðfelagarnir hava lurtað eitt sindur eftir Claus Mogensen hesa vikuna, tí ymiskt hjá Føroyum skal fínpussast og sita betri. Nógvar praktiskar upplýsingar eru eisini komnar, umframt at myndir og annað skulu takast (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Her sæst Jana Mittún royna seg við gjøgnumbroti móti spælarum frá føroyska U18-landsliðnum hjá monnum (dreingjum) í venjing á páskum. Brynja Høj sigur, at føroyska liðið hevur spælt móti tveimum dreingjaliðum hesa vikuni. - Hetta gera vit fyrst og fremst fyri at venja okkum við tann fysikkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tá vit tosaðu við Brynju í gjár, vóru hon og liðfelagarnir á veg til Bratislava. Ferðalagið fór úr Føroyum í gjáramorgunin, bíðaði eina góða løtu í Kastrup, síðani víðari til Wien, áðrenn ein busstúr yvirum markið til Slovakia.
Tað er í slovakiska høvuðsstaðnum, at Føroyar í dag og í morgin skulu spæla venjingardystir. Teir kunnu geva føroyska liðnum nógv og vísa ymiskt:
- Venjingardystir hava altíð sum endamál, at vit fáa nakrar spæliminuttir saman, ið vónandi gevur okkum nakað í mun til samanspælið. Tað eru jú fáar, ið spæla saman dagliga. Harumframt fara vit eisini at brúka dystin móti Slovakia til at síggja eitt sindur, hvar vit eru í mun til hini liðini. Slovakia skal jú eisini til EM, og tí kunnu vit samanbera, sigur Brynja Høj at enda.
Venjingardystir/fyrireikingardystir til EM
Í dag, fríggjadagin 27.09
17.00: Slovakia - Føroyar
Í morgin, leygardagin 28.09
14.00: Slovakia - Føroyar
Hondbóltssambandið arbeiðir við stroymingarmøguleikum - nærri kunning seinni.
Føroyski hópurin, ið hevur verið saman hesa vikuna:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. – 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN) *
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. – 25. sep)
* Fingið skaða í fótliðið (beklað) og spælir tí ikki um vikuskiftið.
Les eisini: Súna er ikki við í Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald