Fótbóltur

- Merkja stuðulin frá øllum har heima og tað gevur okkum eyka styrki

- Umráðandi at ikki hugsa ov nógv um týdningin av dystinum, og vit eru róligir. Tó hevði tað verið ótrúliga stórt fyri felagið og fyri føroyskan fótbólt, um vit spældu okkum víðari, sigur Jákup B. Andreasen úr Dublin.

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagirnir kundu stórfegnast eftir seinasta bríks á Tórsvølli hósdagin, tá KÍ vann 6-1 á Dinamo Tbilisi (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagirnir kundu stórfegnast eftir seinasta bríks á Tórsvølli hósdagin, tá KÍ vann 6-1 á Dinamo Tbilisi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-30 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eitt samdøgur kennur KÍ sína lagnu í Europa League: Kemur liðið í bólkaspælið, ella er evropeiska ævintýrið av á hesum sinni.

Dundalk er tað, sum stendur ímillum Klaksvíkar Ítrottarfelag og eitt evropeiskt bólkaspæl. Men júst hvat ein sigur á Aviva leikvøllinum í Dublin førir til, er ikki nakað, ið Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagirnir hugsað so nógv um, og liðformaðurin sigur við Portalin, at tað ikki hevur kravt orku at taka fokus burtur frá tí:

- Tað er umráðandi at ikki hugsa ov nógv um týdningin av dystinum, og eg haldi ikki, tað hevur verið neyðugt at havt so nógv fokus á tað og at niðurspælt dystin. Allir tykjast so róligur umkring tað og taka hetta sum ein vanligan dyst.

Hetta var nakað, ið Mikkjal Thomassen var inni á í samrøðuni við Portalin mánadagin - samrøðan kann síggjast her.

[object Object]
Mikkjal Thomassen og Jákup B. Andreasen til venjing á vøllinu, beint við gistinarhúsið í gjár (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)

KÍ-hópurin hevur havt seinastu dagarnar at fyrireika seg. Týsdagin fyrrapartin kom hópurin til Írlands, og í mun til dystin har í annaðkvøld, sigur 22-ára gamli miðvallarin millum annað, at tað snýr seg um at vera djarvur.

- Vit hava fyrireika okkum væl við at hugt eitt sindur eftir styrkjum og veikleikum hjá mótstøðuliðnum. Vit hava eisini hugt eitt sindur eftir, hvat tað er, sum hevur eydnast hjá okkum í tílíkum dystum fyrr, tí hesin dysturin krevur eisini, at vit eru djarvir og tora at leypa á í teimum røttu støðunum í dystinum.

Hvat fyri slag av dysti vænta tit?

- Tað er torført at siga, hvussu dysturin verður, tí hetta er fyrstu ferð, at vit møta einum írskum liði. Men eg vænti ein spennandi dyst, har vit mugu vera 100% klárir, og geva alt sum vit hava.

Les eisini: Dundalk hevur roynt tað fyrr

Tað er pláss fyri áleið 52.000 áskoðarum á írska tjóðrleikvøllinum. Eingir áskoðarar verða til avgerandi dystin, men liðformaðurin hjá KÍ sigur, at teir merkja væl, at tað er ein stórur uppbakningur, hóast eingin er við í Írlandi, og at tað gevur nakað: 

- Vit merkja væl stuðulin frá øllum har heima, og tað gevur okkum eyka styrki á vøllinum. Høvdu umstøðurnar verið øðrvísi, so høvdu allarhelst fleiri komið við til Írlands at stuðla.

Les eisini: Verður vístur á stórskíggja við Djúpumýru

Til seinast sigur Jákup Biskopstø Andreasen, ið altíð hevur spælt fyri KÍ, at hóast týdningurin av sjálvum dystinum ikki fyllur nakað, so eru teir greiðir yvir, at teir kunnu gera nakað stórt: 

- Vit hava ikki hugsað longri enn til dystin í morgin. Men um tað skuldi eydnast at komið víðari, so hevđi tað verið ótrúliga stórt fyri felagið og fyri føroyskan fótbólt, og og kunnað verið við til at sett føroyskan liðfótbólt á heimskortið

Jákup hevur eisini tosað við BBC um uppgávuna og tað at spæla við KÍ

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder