Fótbóltur

- Øll hava fyri so vítt trupulleikar av Stjørnuni

Eftir fjórðingsfinaluna leygardagin, har Stjørnan spældi seg víðari, peikaði VÍF-venjarin á styrkirnar hjá liðnum. Stjørnan skal í kvøld spæla fyrstu hálvfinaluna móti H71, sum er FM-favorittur, staðfestir Ingi Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-19 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg rokni við, at H71 er favorittur at fara avstað við øllum.

Hetta segði VÍF-venjarin Ingi Olsen til seinast í samrøðuni við Portalin leygardagin í KÍ-høllini. tá vit spurdu hann um at meta um víðari møguleikarnar hjá mótstøðuliðnum og um FM-stríðið. Hetta var eftir, at Stjørnan hevði sent VÍF út í fjórðingsfinaluni og harvið vunnið sær rættin at dystast við H71 í FM-hálvfinalunum - sí klipp ovast í greinini.

Fatanina um favorittleiklutin hjá hoyvíkskvinnum hava helst tey flestu, ið hava fylgt við. H71 vann tjúgu av teimum 21 dystunum í grundspælinum og spældi ein janvleik - móti Kyndli. Í steypafinaluni sigraði H71 á júst Kyndli, og hoyvíkskvinnur stóðu seg eisini væl í Evropa, har tær fleiri ferðir spældu seg víðari.

[object Object]
Jana Mittún í steypafinaluni móti Kyndli, ið H71 vann rímiliga trygt. Hon skoraði 13 mál, seinast H71 og Stjørnan spældu (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Ingi Olsen vann greipuna við H71 í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ingi Olsen var so seint sum í fjør venjari hjá H71-kvinnunum. Hann staðfestir, at í slíkum dystum veit man ongantíð, hvat nervar og "gummiarmar" kunnu gera við eitt lið, og at Stjørnan hevur ymiskar veruligar styrkir.

- H71 hevur trupulleikar við Stjørnuni. Og øll hava fyri so vítt trupulleikar av teirra sterku verju. So hava tær eisini nakrar "spídskompetansir" í álopinum, sum eisini eru blivnar betur.

Fyrr í samrøðuni kom Ingi Olsen millum annað inn á avbjóðingarnar, ið serliga toppskjúttin Tóra Eliasen gav VÍF, umframt stóru miðverjuna hjá Stjørnuni, ið VÍF ikki fekk loyst upp. Sí alla samrøðuna her.

H71 vann á Stjørnuni við ávíkavist fimm og sjey málum hvørsínumegin jól. Tá liðini hittust í Hoyvík 1. apríl var tó bert eitt mál, ið skilti liðini. Tá var Stjørnan eisini á odda meginpartin av dystinum.

Stjørnan og H71 spæla fyrstu FM-hálvfinaluna í KÍ-høllini klokkan 18.30. Klokkan 20 bresta grannarnir Kyndil og Neistin saman í Havn.

Les eisini: Fyrstu fetini móti finaluni skulu takast

FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 (1)

18.30: Stjørnan - H71
20.00: Neistin - Kyndil 

Báðir dystirnir kunnu stroymast fyri eitt gjald á live.hsf.fo, og FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn úr báðum hallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder