Fótbóltur

- Skulu eisini hótta málið hjá Póllandi

Hugsavna okkum ikki so nógv um teirra støðu og skaðan hjá stjørnuspælara: Hugsavna okkum um at gera so nógv rætt sum gjørligt, sigur Håkan Ericson undan kvøldsins uppgerð á Tórsvølli.

- Kunnu vera sterkir í verjuskipanini, og at tað kann eydnast at fáa stig, um vit ikki lata mál inn tíðliga. Vit gera onkrar broytingar í skipanini til í morgin, so at vit fáa hótt meira frameftir, segði Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

- Kunnu vera sterkir í verjuskipanini, og at tað kann eydnast at fáa stig, um vit ikki lata mál inn tíðliga. Vit gera onkrar broytingar í skipanini til í morgin, so at vit fáa hótt meira frameftir, segði Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19.45 bresta Føroyar og Pólland saman í EM-undankappingardysti á Tórsvølli. Talan er um sætta umfar í bólkinum, har greitt aftasta liðið í bólkinum tekur ímóti tí næstaftasta, sum ikki hevur livað upp til vónirnar í ár.

- Vit fyrireika okkum so væl sum møguligt, men vita at tað er rumbul rundanum pólska hópin, ellivu nýggir spælarari í hópinum, og at tað er nýggjur venjari. Vit hugsavna okkum tó so at siga bara um okkum sjálvar, og hvat vit skulu gera rætt.

Soleiðis segði Håkan Ericson á tíðindafundinum á Tórsvølli í gjár. Nógvir pólskir miðlar vóru til staðar, og tann eini spurdi landsliðsvenjaran hjá Føroyum, um hetta er størsti møguleiki í søguni hjá Føroyum at vinna á Póllandi. Hetta tí so nógv órógv er, og tí Pólland manglar størstu stjørnina Robert Lewandowski. Tvífaldi málskjúttin í Varsjava í síðsta mánaða úr FC Barcelona er skaddur.

- Er eri ongantíð glaður fyri at ein spælari er skaddur. Heldur ikki ein hjá mótstøðuliðnum og serliga ikki ein so stórur spælari sum Lewandowski. Tað er tó eingin ivi um, at tað fer at ávirka Pólland - vit skulu so vera til reiðar.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Sí eisini: Hallur Hansson og at spaela á hægri stigi

Bæði landsliðsvenjari og Brandur Hendriksson, ið eisini var á tíðindafundinum, hildu at tað verjukenda í stóran mun eydnaðist heilt væl í Varsjava í síðsta mánaða, har Pólland fekk tvey mál seint í dystinum. Tó skulu Føroyar megna meira frameftir vøllinum enn í síðsta dysti móti Póllandi, staðfesti Håkan Ericson.

- Vit vita, at vit kunnu vera sterkir í verjuskipanini, og at tað kann eydnast at fáa stig, um vit ikki lata mál inn tíðliga. Vit gera onkrar broytingar í skipanini til í morgin, so at vit fáa hótt meira frameftir og geva málverja teirra okkurt at arbeiða við.

Sí eisini: 
Shaki: - Nógv skal ganga upp í eina hægri eind
Mattias Lamhauge: - Skulu leggja uppá í álopskenda spælinum
Brandur: - Hetta er heilt fantastiskt

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sí eisini: Yvir 3.000 fólk til Føroyar - Pólland hóskvøldið

Støðan eftir fimm umfør: 

1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig*
3. Moldova 8 stig 
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder