Fótbóltur

- Skulu nýta sjálvsálitið uttan at gerast ov smartir

Einki kann sammetast við Landskrona, sum var gandakent, og sigrarnir á Grikkalandi og Turkalandi vóru eisini størri, men vit skulu avgjørt taka tað góða frá Montenegro-dystinum, staðfestir Eyðun Klakstein undan dagsins dysti móti Kekkia.

Stutt undan dystinum móti Kekkia fær landsliðsvenjarin eisini staðfest, at sigurin hóskvøldið sanniliga kann nýtast til ymiskt - tó ikki ov nógv. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17 (Mynd: Sverri Egholm)

Stutt undan dystinum móti Kekkia fær landsliðsvenjarin eisini staðfest, at sigurin hóskvøldið sanniliga kann nýtast til ymiskt - tó ikki ov nógv. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var eitt av heilt góðu úrslitunum í søguni hjá Føroyum. Talan var um ein lykladyst, tí tað er liðið sum er styrkismett beint omanfyri okkum, og vit vildu fara inn at stoyta teir.

Tað var nátúrligt at byrja við at líta aftur á Montenegro-dystin, og seta hann í perspektiv, tá miðlarnir seinnapartin í gjár sluppu framat landsliðsvenjaranum. Eyðun Klakstein fegnaðist sjálvandi men vildi ikki seta 4-0 sigurin framum nakrar "klassikarar".

- Einki kann sammetast við Landskrona, tí tað var so gandakent og hevði so stóran týdning fyri føroyskan fótbólt.

- Hetta var heldur ikki yvir sigrunum Grikkalandi og Turkalandi; serliga tí tað eru so mikið størri tjóðir. Men topp-fimm; kanska topp-fimm segði venjarin hálvgum spyrjandi og hálvgum við staðfesting.

[object Object]Ein fegin Eyðun Klakstein tosar við FM1 eftir sín fjórða sigur sum A-landsliðsvenjara - og tann greitt størsta higartil (Mynd: Sverri Egholm)

Skulu nýta sjálvsálitið - uttan at fara ov nógv á flog

Stutt undan dystinum móti Kekkia fær landsliðsvenjarin eisini staðfest, at sigurin hóskvøldið sanniliga kann nýtast til ymiskt - tó ikki ov nógv.

- Vit skulu nýta tað góða frá hósdegnum. Men samstundis finna javnvágina millum at brúka sjálvsálitið og góðu gongdina til at byggja á – og ikki til at fara ov nógv á flog ella gerast ov smartir.

Eyðun Klakstein heldur avgjørt, at Kekkia er eitt stig upp.

- Vit verða trýstir á ymsan hátt. Tað krevur ein stóran innsats at vera við móti einum so dugnaligum og kropsliga sterkum liði sum Kekkia.

[object Object]
Thomas Soucek og hinir vitja í dag og koma millum annað við øgiligari styrki (Mynd: Sverri Egholm)

- Kann verða trupult at skifta, tá so nógvir standa seg so væl

- Tá man fer inn til eitt landsliðsvindeygað, hevur man eina nøkulunda ætlan fyri báðar dystirnar. Tá so nógvir spælarar standa seg so væl í fyrra dystinum, kann tað vera truplari at skifta millum dystirnar.

Hetta viðurkendi Eyðun Klakstein tveir dagar eftir megnar avrikið móti Montenegro. Landsliðsvenjarin segði fyri tíðindafólkunum, at tað ikki vera 5-6 broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til Montenegro-dystin. Tó kann onkur væntast.

[object Object]

[object Object]
Eyðun Klakstein við Mattiasi Lamhauge, málverja, og Hans Erik Danielsen, miðlaovasta, á tíðindafundinum í gjár

Landsliðsvenjararnir tóku endaliga avgerð í gjárkvøldið. Teir hava heldur ikki Hall Hansson tøkan hesaferð - Noah Mneney er komin inn í hópin fyri landsliðsliðformannin.

Myndir: Hugsa nú um nýggja og spennandi uppgávu

Sí eisini - samrøður: 
Video: - Árni Frederiksberg fer altíð at minnast avrikið móti Montenegro
Adrian Justinussen: - Fleiri hava sent dollaratekin til mín enn hava ynskt tillukku

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, sunnudagin 11. oktober
17.00: Føroyar - Kekkia

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

Portalurin og FM1 gera nógv burturúr - Stórur føroyskur fótbóltssunnudagur á FM1 og á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder