Fyri júst einum mánaði spældi føroyska U21-landsliðið ein ótrúligan javnleik móti Fraklandi á Ovara vølli í Gundadali.
Um middagsleitið í dag vandi liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen á sama vølli, og liðformaðurin, ið vit fingu orðið á aftaná, sigur, at júst úrslitið móti Fraklandi hevur givið liðið eina uppaftur stóra.
Hesaferð skal U21-landsliðið spæla í Klaksvík, og tað verður fyri fyrstu ferð í søguni. Tað er næstan útselt til dystin, og tað fegnast Stefan um.
21-ára gamli tvøramaðurin skoraði fyri HB í grannauppgerðini móti gamla felagnum B36 í vikuskiftinum; liðformaðurin er javnsettur toppskjútti í U21-søguni við fýra málum. Tað hava Gunnar Zachariassen, sáli, og Meinhard Egilsson Olsen eisini. Teir spældu ávíkavist tveir og ein dyst færri á U21, enn Stefan hevur gjørt higartil - miðvallarin tosar til síðst í sjónbandinum um, hvat tað merkir, at spæla fyri landsliðið.
Føroyar og Norðurmakedónia spæla í morgin klokkan 14 við Djúpumýru. Portalurin verður til staðar til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald