Í 2021 stóðu Lukas Enevoldsen og B36 í støðuni. Liðið endaði á 5. plássi í Betrideildini men hevði ein eyka møguleika í seinasta dystinum í árinum: Í steypafinaluni móti NSÍ.
Nú kann NSÍ einki gera við egnari megi fyri at halda uppá Conference League-plássið. Tað er bara HB, sum kann hjálpa. Basir B36 grannunum í finaluni í annaðkvøld, so tekur havnarfelagið plássið frá liðnum, sum endaði nummar fýra í Betrideildini - tað eydnaðist fyri trimum árum síðani. Plássið í 2. umfari í Conference League tryggjar vinnaranum fýra milliónir brutto til næsta ár, sum bolt.fo vísir á.
Alt hetta eru teir í B36-leguni væl varugur við:
- Tað er eingin ivi um, at tað er ein ógvuliga umráðandi dystur, og her stendur jú nógvur peningur uppá spæl. Vit stóðu í somu støðu fyri trimum árum síðani móti NSÍ. Men tá dysturin verður bríkslaður í gongd, so hugsar man ikki so nógv um tað: So er hetta ein fótbóltsdystur sum allir aðrir. Vit skulu út at geva alt, og eg haldi, at vit hava ein ógvuliga góðan møguleika at vinna hendan dystin, sigur Lukas Enevoldsen við Portalin.
Lukas Enevoldsen skoraði í brotssparkskappingini móti NSÍ í finaluni fyri trimum árum síðani, tá B36 koppaði NSÍ - nú er danin í vernjaratoyminum hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Lukas Enevoldsen spældi tá sítt fyrra kappingarár við B36. Nú 31-ára gamli danin kom síðsta vetur aftur til felagið sum venjari. Hjálparvenjarin hjá Magna Hoseth segði við Portalin í gjár, at steypasøgan hjá HB - við gullinum í 2018 - onkursvegna kann hjálpa, men at hetta verður ein ógvuliga tættur dystur móti grannunum.
- Nú verður søgan aftur tikin fram her. Og so hugsi eg, at í steypasamanhangi hevur B36 eina góða søgu móti HB. Tað er sjálvandi nakað, sum vit skulu royna at taka við leygarkvøldið. Og so er tað ein dystur, sum kemur at snúgva seg um marginalar. Ì fleiri innanhýsis dystum móti HB seinastu árini, eru marginalarnir koppaðir til teirra fyrimun: Nú skulu vit syrgja fyri, at tað verður við okkara fyritreytum.
Sí eisini: Hannes: - Vit hava okkurt serligt til stórar dystir
Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum
B36 skal royna at fáa tað at koppa til sín. Finalan verður leygarkvøldið 2/11 klokkan 19, og FSF boðar frá stórum áskoðaraáhuga.
Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB
Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna
Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið
Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald