Fótbóltur

- Stórt og mennandi fyri NSÍ at spæla í Champions League

- Í seinna dystinum eru vit neyvari og megna í alt størri mun at mynda dystin, sigur Heidi Sevdal um flotta 4-0 sigurin leygardagin. Mikudagin byrjar FM-endaspælið, og Heidi heldur, at NSÍ er væl brynjað.

- Vit eru væl við í fyrra dystinum, skapa fleiri storar møguleikar, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum. Í hinum endanum eru tær sera neyvar og straffa okkara mistøk alt fyri eitt, tekur Heidi Sevdal samanum tapið fyri norðurmakedónsku vertunum. Í seinna dystinum var søgan ein onnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit eru væl við í fyrra dystinum, skapa fleiri storar møguleikar, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum. Í hinum endanum eru tær sera neyvar og straffa okkara mistøk alt fyri eitt, tekur Heidi Sevdal samanum tapið fyri norðurmakedónsku vertunum. Í seinna dystinum var søgan ein onnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-05 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyrst og fremst haldi eg, at tað er ein stórur heiður at sleppa at umboða NSÍ í Champions Leauge hjá kvinnum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Hetta er nakað, sum vit hava glett okkum ómetaliga nógv til ígjøgnum árið. Vit hava vant hart og miðvíst fram imóti hesi kappingini.

Hetta sigur Heidi Sevdal, sum nú er heimkomin úr Norðurmakedónia. Har var NSÍ í seinastu viku sum føroyskt umboð í Champions League.

Tær í gulum og svørtum gjørdust greipuvinnararar í fjør. Hetta var fyrstu ferð, at NSÍ vann FM á kvinnusíðuni, og harvið gekk leiðin avstað út í Evropa á fyrsta sinni í summar. Men hvussu varð tað lagt til rættis hjá NSÍ?

- Sum lið í fyrireikingini hava vit lagt serliga stóran dent á tann fysiska og taktiska partin. Til sjálva kappingina, so var málið hjá okkum at halda fast í okkara spælistili: At leggja trýst ovarliga á vøllinum, vera ágrýtnar í pressspælinum, umframt at tora at halda upp a bóltin, at visa dirvi og skjót spæl i tí álopskenda, sigur Heidi Sevdal.

Eru nógv neyvari í seinna dystinum

Innleiðandi bólkarnir í Champions League hjá kvinnum eru skipaðir so, at fýra lið eru við, at tað er fyrst eru hálvfinalur, og síðani finala har vinnarin kemur víðari. NSÍ tapti hálvfinaluna 4-1. Føroyameistararnir komu tó á odda og høvdu sínar støður.

- Vit eru væl við í fyrra dystinum, skapa fleiri storar møguleikar, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum. Í hinum endanum eru tær sera neyvar og straffa okkara mistøk alt fyri eitt, tekur Heidi Sevdal samanum tapið fyri norðurmakedónsku vertunum.

Har var tó munur á til dystin tríggjar dagar seinni, sum NSÍ vann heili 4-0 á bulgarsku meistarunum.

- Í seinna dystinum ímóti FC NSA Sofia eru vit neyvari og megna i alt størri mun at vinna bóltar longri frammi a vøllinum og at mynda dystin. Vit leypa á við fleiri leikarum og eru alsamt meira vandamiklar i snarálopum. Vit enda við at vinna 0-4 og fyrsti sigurin i CL er komin í hús.

[object Object]
NSÍ-kvinnurnar fegnast í hitanum í Skopje (Mynd: NSÍ)

Sí eisini: Champions League: NSÍ gjørdi bart móti meistarunum úr Bulgaria

Heidi skoraði sjálv og legði upp í sigrinum leygardagin. Hon staðfestir til endans, at Champions League-dystirnir eru ógvuliga góð upptakt til endaspælið í landskappingini, ið helst verður spennandi.

- Hetta hevur verið ein góð, mennandi, spennandi og krevjandi kapping. Vit eru heilt vist til reiðar til endaspælið, og hava hesir báðir CL dystirnir gjørt okkum enn meira dystarklárar eftir ein longri summarsteðg.

NSÍ spælir í Sarpugerði í morgin. Talan er um ovara endaspælið - leikskráin sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder