Fótbóltur

- Altíð stuttligt við áskoðarum og góðum stemningi til dystir

- Tá dysturin er byrjaður, so er tó alt fokus á tí sum fyrigongur á vøllinum; vit hugsa ikku um hitt. Jákup á Borg, venjari hjá B36, viðmerkir støðuna viðvíkjandii tómum áskoðaraplássum í teimum fyrstu umførunum.

Jákup á Borg í Klaksvík í fjør, tá B36 vann 2-0 í oddadyst frammanfyri fleri enn 1000 áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg í Klaksvík í fjør, tá B36 vann 2-0 í oddadyst frammanfyri fleri enn 1000 áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-06 23:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er absolutt eitt antiklimaks, men vit spæla fyri at vinna stig fyri felagið, og tað er tað sum telur.

Hetta sigur Jákup á Borg. Hann fer nú undir sítt fjórða ár sum høvuðsvenjari hjá B36, og tað byrjar við einum braki. Á skránni í 1. umfari í Betrideildini er ein endurtøka av FM-finaluni í fjør, tá tað stúgvandi fult av fólki og nógvur larmur í Gundadali. B36 hevur nakað at løna aftur í Klaksvík, har tvey sterk lið hittast. Tað verður tó uttan áskoðarar: 

- Tað er altíð stuttligt við áskoðarum og góðum stemningi til dystir, og vit leggja merki til, hvat eru teir stóru dystirnir, og so teir minni stóru dystirnar. Dysturin í Klaksvík sunnudagin er ein av teimum stóru.

Í Klaksvík eru so at siga altíð nógvir áskoðarar til fótbólt, men orsaka av tilmælinum frá heilsumynduleikunum í kvøld viðvíkjandi coronavirusinum, so hevur starvsnevndin hjá FSF valt, at tvey tey fystu umførini í Betrideildini skulu leikast uttan áskoðarar.

Les eisini: Betrideildin byrjar utta áskoðarar
               - Fótboltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum  

Hesa avgerðina skilur Jákup á Borg væl, og hóast áskoðaraparturin fer at mangla við Djúpumýrar og á hinum leikvøllunum sunnudagin, so fara teir í B36 sum altíð at hugsavna seg um, hvat fer fram innanfyri hvítu strikurnar:

-  Tað skal tó sigast, at tá dysturin er byrjaður, so er alt fokus hja leikarunum og okkum venjarum á tí sum fyrigongur á vøllinum, og tá er fokusið ikki á "rokinum" - tí sum fer fram - uttanfyri vøllin.

1. umfar í Betrideildini 2020
Sunndagin 08.03
15.00:
KÍ - B36
Víkingur - ÍF 
NSÍ - Skála
EB/Streymur - HB
AB - TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder