Hondbóltur

- Tað er ótrúliga stuttligt at spæla hesar dystirnar

Álopsprofilurin hjá H71 viðurkennir, at álopsspælið helst skal eydnast betri í fjórðu finaluni í morgin. - Vit royna at hugsa um okkara uppgávur og ikki so nógv um úrslitið, sigur Bogi Hansen.

Bogi Hansen, sum í ár fyri tað mesta hevur spælt á høgra bakki, hevur higartil skorað 28 mál í finalurøðini - tað eru beint yvir 9 mál í miðal (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bogi Hansen, sum í ár fyri tað mesta hevur spælt á høgra bakki, hevur higartil skorað 28 mál í finalurøðini - tað eru beint yvir 9 mál í miðal (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-30 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 kann í morgin tryggja sær sítt triðja meistaraheitið á rað á manssíðuni við sigri í Kollafirði. Bogi Hansen er tó púra greiður, tá Portalurin spyr hann um týdningin av dystinum:

- Vit royna at hugsa um okkara uppgávur og ikki so nógv um úrslitið.

Tað er eitt ungt H71-lið, har Bogi er ein av teimum, sum hevur verið noyddir at tikið størri ábyrgd enn undanfarin ár. 21-ára gamli hoyvíkingurin er uppvaksin sum høgri bakkuri, men kviki lámi spælarin hevur hetta kappingarárið mest spælt á høgra bakki.

Bogi Hansen hevur higartil skorað 28 mál í finalurøðini - tað eru beint yvir 9 mál í miðal. Her hjálpir tað væl, at hann skýtur brotskøst. Júst álopsspælið nevndir Bogi sum ein lykil.

- Vit skulu serliga fáa álopsspæli at eydnast í morgin. Tað hevur til tíðir í finalunum verið eitt sindur stirvið.

[object Object]
Bogi Hansen í gjøgnumbroti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Hoyvíkingar skulu í morgin aftur møta Reyða Múrinum í Kollafirði. - Tað er eyka stuttligt, tá so nógv verður gjørt burturúr, staðfestir Bogi Hansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjálvt um fyrrverandi U21-landsliðspælarin ikki vil hugsavna seg nógv um alt rundanum dystin, so viðurkennir hann, at finalurnar eru nakað heilt serligt.

- Tað er ótrúliga stuttligt at spæla hesar dystirnar. Hetta er tað sum man venur fram ímoti í gjøgnum alt árið. Og sjálvandi er tað eyka stuttligt, tá ið tað verður gjørt so nógv burturúr. Tað gevur ein eyka góðan stemning í hallunum.

Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
Í morgin, mikudagin 1. mai
20.00: KÍF (1) - H71 (2)

H71 hevur vunnið báðar finalurnar á heimavølli - fyri seks døgum síðani avgjørdi KÍF í evstu løtu í Kollafirði.

Portalurin verður til staðar í Kollafirði í morgin. Meira úr KÍF-leguni um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder