Fótbóltur

- Umráðandi at vit spæla við sama inntensiteti sum teir

Hørður Askham og HB eru væl fyrireikaðir uppá Derry, sum vitjar á Tórsvølli í fyrstu evropeisku uppgávuni. - Allir í hópinum eru samdir um, at tað ber væl til at koma langt, um vit spæla upp til okkara besta.

- Tað er øgiliga inntensur fótbóltur við nógvum innleggum og longum bóltum, men teir duga eisini at spæla skjót kombinatiónsspæl(...) Tað er umráðandi, at vit fáa eitt útgangsstøði (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er øgiliga inntensur fótbóltur við nógvum innleggum og longum bóltum, men teir duga eisini at spæla skjót kombinatiónsspæl(...) Tað er umráðandi, at vit fáa eitt útgangsstøði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-13 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19 tekur HB móti Derry City, sum í løtuni liggur á 3. plássi í írsku kappingini. Portalurin hevur tosað við Hørð Askham, miðverja hjá HB, um uppgávuna og mótstøðuliðið:

- Vit hava fyrireika okkum væl, og hugt nógv eftir video av teirra spælistíli, og hvussu teir leypa á og verja. Derry spælir góðan fótbólt, og í roynd og veru serliga tá teir ikki spæla á heimavølli, tí teir spæla enn á svørtum gummi á sínum heimavølli.

Hvussu er teirra leikháttur, og og hvat verður lykilin hjá tykkum fyri einum góðum avrikið og úrslitið?

- Tað er øgiliga inntensur fótbóltur við nógvum innleggum og longum bóltum, men teir duga eisini at spæla skjót kombinatiónsspæl. Tað verður umráðandi hjá okkum at matcha teirra intensitet, og geva ein ordiligan innsats, tí annars verður tað ringt at fáa eitt úrslit

Hørður Askham leggur í hesum sambandi afturat, at tað er umráðandi fyri HB at fáa eitt gott útgangsstøði, tí teir vita, at hóast Derry City ikki spælir eins flottan fótbólt á heimavølli, so verður tað truplari fyri HB á útivølli.

Sí eisini: 
Stefan Radosavljevic: HB hevur 100 prosent góðan møguleika á heimavølli
Conference League: Víkingur er størsti føroyski favoritturin
HB spælir á Tórsvølli hósdagin

28-ára gamli verjuspælarin var skaddur fyrsta partin av árinum men var partur av landsiðshópinum í síðsta mánaða og hevur spælt nógv í seinastuni. Hørður hevur, sambært FaroeSoccer, spælt tjúgu evropeiskar dystir við trimum ymiskum feløgum.

- Tað hevur stóran týdning fyri felagið at vit klára okkum væl í Evropa, tí tað gevur felagnum eina eyka inntøku, um vit koma víðari, og so er tað stuttligar upplivingar fyri spælararnar

Til seinast spurdu vit Hørð, hvat skal til fyri at man í HB verður nøgdur við evropeiska summarið:

- Vit hava ikki tosað um, hvussu langt man skal koma fyri at verða nøgdur, men vit vilja koma so langt sum møguligt. Allir í hópinum eru samdir um at tað ber væl til at koma langt, um vit spæla upp til okkara besta.

Fyrri dysturin millum HB og Derry City verður spældur á Tórsvølli. Televarpið vísir dystin.

Conference League 1. umfar
Í morgin, hósdagin 13. juli á Tórsvølli
19.00: HB - Derry City (ÍRL)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder