Fótbóltur

– Venjaraleiðin er bæði stuttlig og lærurík

Tað sigur Rúna Nón Bjartalíð, sum var ein av luttakarunum, tá Venjaraleiðin hjá FSF var á skrá í 2021.

2025-09-21 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Í næstum fer FSF aftur at bjóða út Venjaraleiðina, sum er samansett C2 og B3 venjaraskeið fyri kvinnur. FSF varpið hevur hitt Rúnu Bjartalíð, sum var ein av luttakarunum, tá Venjaraleiðin seinast var á skrá í 2021.

Venjaraleiðin er partur av áhaldandi arbeiðnum fyri at útbúgva fleiri kvinnuligar venjarar, og í samrøðuni greiðir Rúna Nón Bjartalíð millum annað frá, hví tað fyri hana var serliga gevandi at vera á einum skeiði, har allar luttakararnir vóru kvinnur.

Komandi útgáva av Venjaraleiðini byrjar í november og fevnir um fleiri skeiðsdagar og vikuskifti fram til februar 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder