Jóansøka 2019. TB er á 7. plássi við 12 stigum. KÍ hevur tjúgu stig fleiri og er oddalið í Betrideildini. Hetta leygarkvøldið gerst tó minniligt hjá teimum zebralittu, tí Teitur Olsen skorar einsamalla málið í dystinum í samband við hornaspark í 2. hálvleiki. Hetta er hæddarpunktið á árinum hjá TB, og hetta er seinasti útidystur hjá KÍ, har liðið, sum í oktober verður føroyameistari, ikki vinnur.
Í morgin vitjar KÍ aftur í Trongisvági. Aftur skal TB royna at arga KÍ. Hvussu skal heimaliðið gera tað?
- Vit mugu halda KÍ vekk frá málmøguleikum og ikki gera feilir á egnari hálvu. Og samstundis mugu vit vera meira effektivir offensivt
Les eisini: Javnt og ofta málfátækt í Trongisvági tá KÍ vitjar
Hetta sigur miðvallarin, Rógvi Joensen, við Portalin. 26-ára gamli miðvallarin skoraði málið hjá TB við Løkin leygardagin. Góði og harði fluktarin í yvirtíðini gav TB eitt troystarmál, men skapti fagnað fyri tey yvir fýra prosentini av teimum sum spæla Fantasy Færøyerne, og sum hava tvøramannin á liðnum.
Nú vil Rógvi royna at gera sítt til, at TB fær stig frammanfyri sínum heimaáskoðaum, í vikuni har aldursforsetin í føroyskum fótbólti hevur havt 128-ára føðingardag:
- Eg fari at royna at gera mítt besta fyri felagið hvønn dyst, so leingi sum eg kann, og tad verður deiligt at spæla við Stórá aftur. Tað verður eitt tendrað og málrættað TB-lið, ið kemur á vøllin leygardagin, og vónandi kunnu vit geva TB 3 stig í føðingardagsgávu og gleda okkara viðhaldsfólk.
Fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í 2. umfari í Betrideildini verður í morgin klokkan 14.
Les eisini: Odmar Færø: Góðskan hjá okkum fer at vísa seg
Fótbóltur
- Verður deiligt at spæla við Stórá aftur
Rógvi Joensen vónar, at TB-liðið kann geva felagnum og viðhaldsfólkunum eina føðingardagsgávu í morgin.
Rógvi Joensen skoraði málið hjá TB móti NSÍ í 1. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
2020-05-15 16:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald