Ungi og evnaríki áleyparin er aftur, har tað heila byrjaði.
Hetta staðfestir HB á heimasíði sínari, eftir at sáttmálin við skjótt 18-ára gamla Bartal Páll Klein er komin uppá pláss.
- Bartal Páll sleit sínar fyrstu barnagaggur í HB, men skifti sum ungur suður um til grannarnar. Á sumri 2023 skifti hann til B68, har hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini – bert 16-ára gamal. Í 2024 var hann ein av avgerandi leikarunum hjá B68, sum megnaði at varðveita plássið í Betri-deildini. Millum annað skoraði hann sigursmálið ímóti okkum á Toftum, og var eisini tann heilt stóri spælarin í avgerandi dystinum ímóti NSÍ í síðsta umfari. Her skuldi B68 vinna fyri at varðveita plássið í deildini, og Bartal Páll gjørdi bart og skoraði hat-trick.
NSÍ megnaði als ikki at hava tamarhald á unga B68-áleyparanum í seinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta megnaravrikið varð tað seinasta, sum Bartal Páll Klein gjørdi fyri B68. Nú skulu "evnini hjá unga havnarmanninum aftur standa sína roynd, har tað heila byrjaði. Nemliga í reyða og svarta búnanum í Gundadali" Og Bartal Páll er fegin um at vera aftur, staðfestir hann fyri hb.fo.
– Tað kennist væl at vera aftur í HB-húsinum. At síggja fólk, sum man kennur, aftur og at vita, at man spælir við einum vinnandi liðið. Nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur Bartal Páll.
Sí eisini: Bartal Páll er á veg aftur til HB
Tá hann verður spurdur um, hvørji mál hann hevur sett sær til komandi ár, vil hann ikki seta tal á mál ella upplegg, men leggur dent á, at hann vil vinna tað, sum vinnast kann.
HB vann í ár steypafinaluna aðru ferð á rað og fyri fjórðu ferð seinastu seks árini. Tað eru fýra ár síðani seinasta FM-heitið.
(Mynd: Rói Sørensen/RSmedia)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald