Fótbóltur

- Vit burdu ikki farið á vøllin aftur

Tað segði danski landsliðsvenjarin á tíðindafundi í dag. UEFA hevur verið fyri atfinningum, men heldur fast í at dysturin varð tikin uppaftur eftir ynski frá leikarum á báðum liðum. Stoytur frá hjartastartara fekk lív í Christian Eriksen aftur.

Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari (Mynd: EPA)

Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari (Mynd: EPA)

2021-06-13 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki verid tapið fyri Finnlandi, ið hevur fylt í donskum miðlumí dag. Tað er fyrst og fremst heilsustøðan hjá Christian Eriksen, sum small um eftir 41 minuttir í EM-dystinum í Parkini. Í næstu røð hevur tað verið avgerðin um at spæla víðari.

Altjóða miðlar hava eisini víst Danmark stóran áhuga, og DBU skipaði fyri tíðindafundi seinnapartin, har Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari, Peter Møller, fótbóltsstjóri hjá DBU, og Morten Boesen, lækni hjá landsliðnum. Har staðfesti Boesen millum annað, at Eriksen var lívleysur eina løtu, men at lív fekst í hann við einum stoyti frá hjartastartara. Nú slær hjarta sum vant og Eriksen liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum, har fleiri kanningar verða gjørdar. Orsøkin til at 29-ára gamli maðurin av Fjóni small um er óviss, og tað er fótbóltsframtíð hansara eisini.

Les eisini: Christian Eriksen hevur tað eftir umstøðunum gott

Viðvíkjandi avgerðinin um uppafturtøku av dystinum var Hjulmand greiður:

- Eg havi hugsa um, um vit kundu gjørt tingini øðrvísi, og um man hyggur eftir tí nú, so haldi eg ikki, at vit burdu verið farnir aftur á vøllin. Eg havi eitt sindur ringa samvitsku um tað, men eg eri simpulten so errin av, at leikararnir gera eina roynd - tað er stórt av teimum.

DBU og danska liðið fingu tveir møguleikar frá UEFA: At spæla dystin lidnan í gjárkvøldið ella at taka hann uppftur í dag á middegi lokala tíð. Hjulmand segði, at tá var støðan hjá leikarunum greið: At man heldur vildi havt tað yvirstaðið og so fara heim, enn at skula hava trupult við at sova og so gera alt umaftur.

Peter Møller segði, at tað var púra relevant at í dag seta spurningin, um tað var rætta avgerðin. Hon var torfør men varð tikin vegna leikararnar, segði hann.

Evropiska fótbóltssamgongan hevur verið fyri nógvum atfinningum seinasta samdøgrið, tí danir vóru settir í eina so tunga støðu, har tað so at siga var ómøguligt at taka eina avgerð. Men í stuttari viðmerking til TV2 Sport vísur UEFA á, at dysturin varð tikin uppaftur eftir ynski frá leikarum hjá báðum liðum.

Á tíðindafundinum varð eisini komið inn á, at tað hevði verið ov trupult at flutt dystin longri, orsakað av dystunum i komandi viku, men tað tykist heldur undarligt at einki undantak varð gjørt í hesari serstøðuni.

Leikarnir og toymið rundanum hava fingið tosað um hendingina - saman og við sálarfrøðingum ið hava veitt kreppuhjálp - og Danmark hevur aftur venjing í morgin. Nú skal liðið av álvara royna at hugsavna seg, so at man verður til reiðar til dystin móti Belgia hóskvøldið, tí sum Peter Møller segði, so ynskir liðið at halda fram í kappingini.


placeholder
placeholder