Fótbóltur

- Vit fara eftir sigrinum

Seinnapartin hósdagin spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Norðurmakedónia í Klaksvík. Talan er um eitt sterkt mótstøðulið, men sjálvt um norðurmakedónar vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í síðstu kapping, so eru føroysku vónirnar góðar.

Sámal Erik Hentze undir venjingini í gjárkvøldið. Vit vita, at Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og tað skulu vit hava virðing fyri. Men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, so vit fara á vøllin fyri at vinna, eingin ivi um tað, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF (Mynd: Bjarni Enghamar)

Sámal Erik Hentze undir venjingini í gjárkvøldið. Vit vita, at Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og tað skulu vit hava virðing fyri. Men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, so vit fara á vøllin fyri at vinna, eingin ivi um tað, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-10-05 14:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað, tá U21-landsliðið fer á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík hósdagin 7. oktober klokkan 14:00.

Síðani Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur liðið spælt sínar heimadystir í Havn ella á Toftum. Men hósdagin verður heimavøllurin í Klaksvík.

Mótstøðuliðið hesaferð er Norðurmakedónia, sum Føroyar eisini vóru í bólki saman við í seinastu EM-undankapping. Men sjálvt um norðurmakedónar vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í síðstu kapping – annan stórt – so hevur venjarin, Sámal Erik Hentze góðar vónir til komandi dyst, og eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer eftir sigrinum hósdagin.

– Vit vita, at Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og tað skulu vit hava virðing fyri. Men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, so vit fara á vøllin fyri at vinna, eingin ivi um tað, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]
Mynd: Bjarni Enghamar

Liðið hevði sína fyrstu venjing fram ímóti dystinum í gjárkvøldið - fleiri myndir kunnu síggjast á fsf.fo


Norðurmakedónia hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini higartil. Í fyrra dystinum taptu teir 3-0 á útivølli móti Fraklandi, meðan tann seinni, sum var á heimavølli móti Serbia, endaði við málleysum javnleiki.

Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir higartil, og úrtøkan hevur verið ein sigur, 2-0 á Svangaskarði móti Armenia, ein javnleikur, 1-1 á Ovara vølli móti Fraklandi, og eitt 2-0 tap, sum kom á útivølli móti armenum.

Atgongumerki til U21-landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.


Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder