Hondbóltur

- Vit fjepparar kunnu geva spælarunum eyka kilometrar og orku

Jóngerð Nielsen var við í Berlin sum liðleiðari og í Basel sum fjeppari - nú eru hon spent, eins og nógvir aðrar føroyingar í Trier. Hoyr prátið her - FM1 sendir aftur beinleiðis klokkan 18.

- Hesar kvinnurnar hava lagt so nógvar tímar og orku í hondbóltin, og vit skylda teimum at bakka upp og vísa okkara stuðul. Vit fjepparar kunnu geva spælarunum eyka kilometrar og orku, og tað hevur man sæð til onnur endaspøl, staðfestir Jóngerð Nielsen í Trier

- Hesar kvinnurnar hava lagt so nógvar tímar og orku í hondbóltin, og vit skylda teimum at bakka upp og vísa okkara stuðul. Vit fjepparar kunnu geva spælarunum eyka kilometrar og orku, og tað hevur man sæð til onnur endaspøl, staðfestir Jóngerð Nielsen í Trier

2025-11-26 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag tóku Ingi Samuelsen og Pætur Nolsøe pulsin í Trier á søguliga HM-dystardegnum. 

Millum annað tosaðu teir við spentar fjepparar.

Sí eisini: Abbi at tveimum leikarum: Royni ikki at vera alt ov spentur 

Ein teirra var Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, sum er til sítt triðja vaksnamannaendaspæl á rað.

Hon var í Berlin sum liðleiðari og vøddaviðgeri hjá føroyska manslandsliðnum, seinni í 2024 var Jóngerð í Basel sum ein teimum mongu hundrað fjepparunum, og soleiðis er eisini hesaferð.

- Tað er nakað serligt at vera til. Sjálvandi er tað ymiskt, tá man er partur av einum hópi og toymi, men bæði eru stuttligt, staðfesti Jóngerð Nielsen fyri FM1.

[object Object]
Saman við millum annað beiggjanum Rúna Djurhuus (mitt í) var Jóngerð Nielsen við at ganga á odda millum føroysku fjeppararnar til EM-endaspælið í Sveis fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jóngerð var leingi virkin í VÍF eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Hon var eisini púra greið um leiklutin hjá føroysku fjepparunum: Á áskoðaraplássinum geva tey spælarunum nógv.

- Hesar kvinnurnar hava lagt so nógvar tímar og orku í hondbóltin, og vit skylda teimum at bakka upp og vísa okkara stuðul. Vit fjepparar kunnu geva spælarunum eyka kilometrar og orku, og tað hevur man sæð til onnur endaspøl, staðfestir Jóngerð Nielsen í Trier.

Har spæla Føroyar í kvøld sín fyrsta HM-endaspælsdyst í vaksnamannahondbólti. Dysturin móti Montenegro byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð og til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum.

Hoyr undansedingina frá fyrr í dag her - prátið við Jóngerð Martinsdóttir Nielsen hoyrist í seinnapartinum í sendingini

Føroysku fjeppararnir fara at hita upp í høllini áðrenn

Beinleiðis undansending frá føroysku upphitingini verður á FM1 frá klokkan 18.00 føroyska tíð. 
Beinleiðis bloggur fer at koyra á Portalinum, og eftir dystin verða samrøður og annað.

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder