Nú Gilli Rólantsson og Hørður Askham ikki eru tøkir til dystin í Spania sunnukvøldið, høvdu fleiri væntað, at ein nýggjur leikari kom inn í hópin, og talan fór at vera um ein høgra bakk.
Sí eisini:
- Skaddur í sínum fyrsta landsdysti
Avgerðin hjá venjaratoyminum gjørdist tó hon, at eingin verður úttikin afturat undan fráferðini. Vit fingu fatur á Lars Olsen fyri lítlari løtu síðani, og hann greiddi soleiðis frá avgerðini:
- Vit halda, at vit hava teir leikararnir, sum okkum tørvar til at dekka plássini. Vit umhugsaðu, um vit skuldu taka ein inn og høvdu nøkur nøvn upp at venda. Ein leikari sum hevði verið úttikin nú, hevði tó ikki byrjað inni kortini sunnukvøldið, so tað hevði verið sum ein eykleikari, at viðkomandi kom við. Í núverandi hópi meta vit, at har eru nóg mikið av møguleikum - eisini um so er, at okkurt óhapp hendur aftur. Tí verður tað við núverandi hópi, at vit fara avstað.
Gilli Rólantsson hevur røkt plássið sum høgri bakkur/vongbakkur ógvuliga væl seinasta lítla árið á landsliðnum - nú hann ikki er tøkur, skulu nýggjar loysnir finnast (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er serliga plássið á høgra bakki, sum sær nakað tunt út nú, tá 1. og 2. val ikki eru við. Jónas Tór Næs hevur spælt yvir 50 landsdystir á plássinum, Gunnar Vatnhamar og Bárður Hansen hava eisini spælt landsdystir har, og eru eins og Jónas og Jóannes Kalsø Danielsen, í gongd við eitt gott kappingarár í Betrideildini.
Landsliðsvenjarin váttaði, at nakrir vóru uppá tal, men í mun til plássið á høgra bakki segði hann, at sum tað sá út nú, fara Føroyar at spæla 5-4-1 í verjustøðu og 3-4-3 í álopsstøðu í Spania. Tískil verður talan um vongbakkar. Av leikarunum sum eru í hópinum, hava René Skaki Joensen, Andrias Eriksen og Rògvi Baldvinsson spælt á høgra bakki fyrr í sínari yrkisleið, har René er tann av hesum, ið best passar til uppgávuna sum vongbakkur. Lars Olsen nevndi eisini Sølva Vatnhamar sum ein møguleika, nú spælt verður ørvísi sunndugin.
Føroyar taptu í gjár 4-0 fyri Svøríki á Tórsvølli. Í kvøld gongur leiðin til Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald