Í gjár gjørdist greitt, at Gilli Rólantsson ikki var komin so mikið fyri seg, eftir sparkið hann fekk í høvdið í vikuskiftinum, at hann kundi spæla móti Svøríki. Hann er heldur ikki tøkur til dystin í Spania, og eftir skaðan ið Hørður Askham fekk í gjár, kann avloysarin hjá Gilla heldur ikki koma við.
Les eisini: Hørður framvegis á høkjum
Eftir dystin í gjár frættu vit frá landsliðsvenjaranum, at venjaratoymi fór at umhugsa at taka ein leikara út ístaðin, men fyri løtu síðani varð greitt, at hetta ikki verður gjørt.
Harvið sær tað út til, at bestu boðini at røkja plássið á høgra bakki/høgra vongbakki eri René Skaki Joensen, Andrias Eriksen og møguliga Rògvi Baldvinsson ella Sølvi Vatnhamar.
Hópurin sum fer til Spania í kvøld:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Andrias Høgnasson Eriksen,
Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark)
Magnus Egilsson, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (Norra)
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald