Fótbóltur

- Vit skulu hava eitt gott úrslit við til Montenegro

Støðið í venjingini er hækkað seinastu tíðina, og vit eru til reiðar at spæla dystin. Soleiðis sigur HB-venjarin Kevin Schindler millum annað við heimasíðu felagsins undan Conference League-dystinum á heimavølli í kvøld.

- Vit taka altíð útgangsstøði í okkara egna spæli. Spælskipan og tilgongd vera nøkunlunda, sum vit kenna tað. Vit fara at leypa á, men kunnu ikki sleppa hondbremsuni heilt, tí talan er sum sagt um eitt sterkari lið enn nøkur av teimum, vit møta í landskappingini.

- Vit taka altíð útgangsstøði í okkara egna spæli. Spælskipan og tilgongd vera nøkunlunda, sum vit kenna tað. Vit fara at leypa á, men kunnu ikki sleppa hondbremsuni heilt, tí talan er sum sagt um eitt sterkari lið enn nøkur av teimum, vit møta í landskappingini.

2021-07-22 11:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Vit er sjálvandi til reiðar til dyst. Tað skulu vit altíð vera. Fyrireikingarnar hava gingið væl og eftir ætlan. Eg havi staðið á odda fyri liðnum í tríggjar vikur, og allir arbeiða hart. Støðið í venjingini er hækkað, og spælararnir eru hugagóðir og koma smílandi til venjing. Alt hevur gingið uppá stás og vit eru tilreiðar at spæla dystin

Soleiðis sigur 33-ára gamli týski venjarin, sum í kvøld hevur sín fyrsta evropeiska dyst sum høvuðsvenjari á skránni. Eftir at Jonas Dal Andersen segði seg úr starvi í síðsta mánað, hevur Kevin Schindler staðið á odda fyri Betriliðnum hjá HB.

Les eisini: HB megnaði ikki at spæla seg víðari í Champions League

Fyrsti dysturin hjá Schindler í sessinum varð vunnin sannførandi: 6-0 ímóti B68 á Svangaskarði. Hetta var eina viku eftir vónbrotið í Albania, har Inter Club d'Escaldes varpaði greipuvinnararnar úr hálvfinaluni í undan-undankappingarbólkinum í Champions League. Hetta úrslitið gjørdi, at HB nú skal spæla í 2. umfari í UEFA Europa Conference League. Í síðstu viku vórðu KÍ og NSÍ sligin út av hesari kappingini eftir heimaósigrar.

Í síðstu viku vann HB 8-0 á Víkingi í venjingardysti, og venjarin sigur við heimasíðuna hjá HB, at leikararnir eru væl fyri. Tó verður heimaliðið í kvøld  skøddu Dan í Soylu og Lukas Giessing fyriuttan. Dan í Soylu hevur seinastu árini verið ein týdningarmikil leikari á HB miðvøllin. Í Betrideildardysti móti Víkingi mitt í juni breyt sandingurin fótin.

Kropsligt og tekniskt sterk mótstøðulið úr Montenegro

Felags fyri báðar dystirnar undir Kevin Schindler hevur verið eyðkenda álopsspælið og høga presspælið, har mótstøðuliðið verður trýst høgt á teirri egnu hálvu, sum HB'arar kenna frá 2020. Nakað soleiðis skrivar heimasíðan hjá HB um leikháttin. Næsta uppgávan, og tann fyrsta heilt stóra hjá unga týska venjaranum, er Conference League dysturin ímóti FK Budućnost Podgorica.

Liðið vann meistaraheitið í Montenegro  í fjør í sannførandi stíli, heili 28 stig frammanfyri nr. 2. Talan er um eitt sterkt lið, og venjaratoymið hevur sett seg væl inn í mótstøðuliðið, skrivar hb.fo:

– Í stuttum kunnu vit siga, at talan er um eitt kropsliga sterkt lið, sum eisini er væl fyri tekniskt. Teir hava eina góða samanseting av royndum og ungum spælarum.

– Vit eru varugir við, at teir hava tapt tveir dystir á rað, samanlagt 7-1 (ímóti HJK Helsinki, red.) Vit kenna teirra styrkir og veikleikar, og nú skulu vit so royna at útnytta tað. Tað verður tó ikki heilt sama lið, sum spældi ímót HJK Helsinki, tí teir fingu onkrar skaðar í teimum dystunum, og eru tí noyddir at broyta liðið eitt sindur. Hetta merkir tó ikki, at teir eru veikari, men heldur at teir fara at spæla uppá ein annan máta. Men líkamikið hvussu teir stilla upp, so hugsavna vit okkum meira um okkum sjálvar, og skulu hava eitt gott úrslit at taka við okkum til Montenegro, sigur Kevin Schindler.

Regulin um útivallarmál er ikki galdandi longur.

[object Object]33-ára gamli Kevin Schindler hevur eina spennandi venjarauppgávu fyri framman (Mynd: hb.fo)

Venjarin vil ikki siga ov nógv um tað taktiska, men vísir aftur á at í fyrireikingunum verður mest hugsavna seg um seg sjálvan, og at HB-spælið kemur at líkjast tí vanliga:

- Vit taka altíð útgangsstøði í okkara egna spæli. Spælskipan og tilgongd vera nøkunlunda, sum vit kenna tað. Vit fara at leypa á, men kunnu ikki sleppa hondbremsuni heilt, tí talan er sum sagt um eitt sterkari lið enn nøkur av teimum, vit møta í landskappingini.

Fyrsta bríksl á Ovara vølli í Gundadali í kvøld verður klokkan 19. Atgongumerki kunnu bert keypast í forsølu - tey kunnu keypast her. Dysturin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum.

Les eisini: 
HB spælir evropeiskan heimadyst hóskvøldið
Buducnost mett sum lítil favorittur í Gundadali í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder