Tá ein góður hálvur tími var spældur ímóti Víkingi sunnudagin, varð Dan í Soylu hjá HB skiftur út við skaða. Hann fór haltandi av vøllinum, og boðini eru tíverri, at tað er eitt brot í høgra fóti.
Hesum boðar HB frá á heimasíðuni.
- Í fyrstu atløgu skal hann hava stuðulsstivla á fótinum í tvær vikur. Brotið skal hava tíð at lekjast, og fyrstu tíðina skal hann ikki venja við kontakt. Ilt er at seta tíð á nær hann verður á vøllinum aftur, men talan verður í hvussu er um nakrar vikur. Harvið missur hann í øllum førum Champions League dystirnar, sigur HB.
Undanumfarið í Champions League verður leikt í Albania í næstu viku. Fyrsti dysturin er ímóti Inter Club d'Escaldes týsdagin, og eydnast at vinna, er finala á skránni fríggjadagin ímóti Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo.
Les eisini: Ungarska meistaraliðið bíðar vinnaranum av undanbólkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald