Í gjár, týsdagin 4. februar, varð tað almannakunngjørt, at føroyska U21-landsliðið við monnum skal avloysa Ný Sæland í HM-endaspælinum í summar.
Umboðið úr Ocenia hevði vunnið sær pláss, men hevur - av einari ella aðrari orsøk -givið avboð til endaspælið, sum er á skránni í Póllandi í seinnu hálvu av juni mánaða.
Sí eisini: Avboð sendir U21-menn
Føroyar komu í ógvuliga truplan bólk í EM-endaspælinum fyri U20 lið í fjør. Spania gjørdist seinni evropameistari og saman við tapinum fyri teimum, gjørdi tapið í tætta dystinum móti Fraklandi, at Føroyar ikki komu víðari úr bólkaspælinum. Liðið endaði á samanlagt 18. plássi í kappingini.
Pláss nummar 17 hevði verið nóg mikið, tí Pólland, sum er HM-vertsland í ár, var millum 16 tey fremstu londini til EM. Samanlagt vóru harvið 17 evropeisk pláss til U21 HM.
Eru endaðir ovarlaga áður
Nummar 18 av teimum 24 í EM-endaspælinum sníkir seg við, og talan verður um fjórða av fýra møguligum endaspølunum hjá føroysku 2004- og 2005-árgangunum á dreingjasíðuni.
2022 (U18 EM) - 9. pláss (av 16) Til sína fyrstu altjóða kapping yvirhøvur - European Open varð avlýst vegna koronu - endaðu Føroyar nummar 9 í EM-endaspælinum fyri U18-landslið.
Føroyar vóru eisini í bólki við Spania og Frakland tá, umframt Svøríki. Svøríki og Spania endaðu í finaluni í kappingini, Føroyar vunnu á Fraklandi og endaðu ovast í "lægra endabólkinum" í Montenegro. Óli Mittún gjørdist EM-toppskjútti við heili 80 málum og mest virðismikli spælari í allari kappingini
2023 (U19 HM) - 8. pláss (av 32) Føroyar vóru fá sekund frá einari søguligari HM-hálvfinalu, men Egyptaland javnaði og vann eftir longda leiktíð. Føroyar høvdu verið frammanfyri við trimum málum, tá ein og ein hálvur minuttir var eftir.
Hetta var eitt sindur søgan um føroysku luttøkuna í Kroatia hesart august-dagar: Høgir tindar og søga men eisini djúpir dalar. Eitt tap móti Iran í bólkaspælinum mundi spilt so at siga alt, men sigrar á Svøríki og Týsklandi (EM-silvurvinnarin og EM-bronsuvinnarin árið fyri) sendu Føroyar langt. Óli Mittún var aftur framúrskarandi og gjørdist HM-toppskjútti.
Frá at vera nær við heiðursmerk til at enda nummar átta. Endaspælið í Kroatia var flott frá føroyskari síðu - men eisini hjartaskerandi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
2024 (U20 EM) - 18. pláss (av 24) Hetta er umrøtt omanfyri. Høvdu Føroyar, ið vórðu styrkismettar í næstovasta styrkisbólki, verið nakað meira hepnir ella víst størri skerpni móti endanum móti Fraklandi, var man helst endaður í topp-10 aftur.
Harvið nøkur flott úrslit í endaspølunum, og í juni fáa 04- og 05-dreingirnir møguleikan at endurtaka/betra. Flottasta føroyska úrslitið í einum hondbóltsendaspælið var 7. plássi hjá 02- og 03-árgangunum í Týsklandi í 2023; í seinastu útgávuni av U21 HM.
Tá vóru Aleksandara Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún (partvíst) við frá yngru árgangunum. Teir hava verið stóru profilarnir á hesum liðunum og spæla allir í svenskum hondbólti nú.
Trúgvi Hávardsson til HM-endaspælið í 2019. Bakspælarin hevur verið í rúkandi menning og er profilur hjá StÍF og í Burn-deildini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Aðrir úr sterku stammuni eru Rókur Ziskason úr H71, Tróndur Johnsson úr VÍF, Trúgvi Hávardsson úr StÍF og Búi Djurhuus Poulsen - strandingurin spælir í Grindsted, sum hevur lið í bestu og triðbestu donsku deildini.
Tað slepst ikki undan, at Óli Mittún er heilt stóra navnið. Hann er profilur á A-landsliðnum og í svensku deildini. Men júst tað, umframt at hann skal skifta til GOG í summar, er við at sáa iva um luttøku hansara til HM.
Óli Mittún hevur spælt eina rúgvu av hondbólti á høgum stigi seinastu árini og er bert tjúgu ára gamal. Juni-mánaði skuldi vera til at hava frí - kropsliga og sinnisliga - og tað er spurningurin, um slíkt skal raðfestast. Serliga tá talan er um yrkisspælara, sum eisini kann koma at spæla nógvar hálvfinalu- og finaludystir við Sävehof tíðiliga í summar.
Annar av landsliðsvenjaranum, Djóni Gaard Joensen, nevndi til seinasta í Degi&Viku í gjár, at úttøka er 5. mai, og at eitt pláss er tøkt til Óla, um tað er.
Óli Mittún er avgjørt ein lyklaspælari fyri Føroyar og verður ein stórur profilur til U21 HM, um hann verður við (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Hjalti Mohr Jacobsen, og Djóni Gaard Joensen skulu aftur standa á odda fyri hesum árgangunum. Føroyar skulu í bólkaspælinum hitta Rumenia, Norðurmakedónia og Íslandi, og er talan um torføran bólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald