Eitt avboð ger, at føroysku U21-mennirnir nú allíkavæl skulu til HM-endaspælið í Póllandi í summar.
Okkara vóru júst ov stuttir í EM-endaspælinum í summar at tryggja sær HM-pláss, men hava nú allíkavæl fingið eitt pláss, tá umboðið úr Oceania, Ný Sæland, hevur givið avboð.
Lutakastið hevur longu verið, og síggja bólkarnir soleiðis út:
Bólkur A: Noreg, Póland, Slovenia, Uruguay
Bólkur B: Eysturríki, Ungarn, Argentina, Brasil
Bólkur C: Svøríki, Japan, Suðurkorea, USA
Bólkur D: Portugal, Kroatia, Algeria, IHF Trophy vinnarin
Bólkur E: Danmark, Frakland, Marokko, Meksiko
Bólkur F: Ísland, Norðurmakedonia, Rumenia, Føroyar
Bólkur G: Týskland, Tunesia, Serbia, Sveis
Bólkur H: Spania, Egyptaland, Bahrain, Saudi Arabia
Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaði soleiðis til EM-endaspælið í 2024, Ísland nummar 7, Norðurmakedonia nummar 9 og Rumenia nummar 16. Føroyar blivur tá nummar 18 av teimum 24 luttakandi londunum.
HM verður leikt í fýra býum í Póllandi, Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce dagarnar 18. juni – 29. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald