Fótbóltur

07 Vestur fer eftir ovaru hálvu

EB/Streymur vitjar liðið, sum framvegis ikki er so samanspælt men kortini í favroittleikluti, í kvøld klokkan 18. Talan er um seinasta dystin í 3. umfari í Betrideildini.

Í 2. umfari vann 07 Vestur 1-0 í Fuglafirði, har norðmaðurin Filip Brattbakk (myndin) stóð fyri málinum - í fyrsta umfari vann Víkingur 2-0 á Dungasandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 2. umfari vann 07 Vestur 1-0 í Fuglafirði, har norðmaðurin Filip Brattbakk (myndin) stóð fyri málinum - í fyrsta umfari vann Víkingur 2-0 á Dungasandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-02 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 3. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í gjár, 2. páskadag. Har endaði tað við fýra sigrum til topp-fýra.

Sí eisini: Favorittarnir greiddu sína skyldu

Nýggi norski venjarin hjá 07 Vestur, Steffen Landro, hevur sagt, at málið hjá felagnum er at kappast um topp-fýra pláss. Við sigri á EB/Streymi í kvøld, kann 07 Vestur spæla seg upp undir liðuna á KÍ og HB í stigum.

Vágamenn eru eisini favorittar til dystin. Liðið hevur styrkt seg væl meira enn EB/Streymur í vetur, tó at nakrir spennandi spælarar sum Boubacar Dabo eru komnir inn í hópin hjá Sigfríði Clementsen.

Í 2. umfari vann 07 Vestur 1-0 í Fuglafirði, har norðmaðurin Filip Brattbakk stóð fyri málinum. Tá var danin Frederik Holst ein teirra, sum spældi sín fyrsta dyst í føroyskum fótbólti. Fyrrverandi Brøndby-miðvallarin kann gera stóran mun, og tað kann Sonni Ragnar Nattestad eisini. Miðverjin spælir helst sín fyrsta dyst fyri 07 Vestur síðani 2012 í kvøld.

EB/Streymur tapti greitt á Skála í 1. umfari og fekk eitt stig móti B68 á heimavølli seinast. Tá var EB/Streymur í yvirtali allan 2. hálvleik, tá 1-1 málið kom. Í kvøld skal liðið royna at fáa stig við úr Sørvági.

Portalurin verður til staðar til seinasta dystin í hesum umfarinum, og vit hava ymiskt tilfar úr Sørvági. Televarpið vísir dystin, og aftaná verður lutakast til 1. umfar í steypakappingini.

Betrideildin 3. umfar
Í dag, týsdagin 2. apríl
18.00: 07 Vestur - EB/Streymur

Støðan:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. NSÍ 3 stig
6. 07 Vestur 3 stig *
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig *
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

* Ein dyst færri

Í gjár, 1. apríl

KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)
12' Sjálvmál 0-1
19' Petur Knudsen 0-2
28' Páll Andrasson Klettskarð 1-2
62' Páll Andrasson Klettskarð 2-2
66' Árni Frederiksberg 3-2

Sí eisini: 
Føroyameistararnir vendu 0-2 til 3-2
(Video): Páll Klettskarð: - Vit eru á einum góðum staði
(Video): Petur Knudsen: - Vit burdu vunnið hendan dystin
Myndir: KÍ - NSÍ

HB - ÍF 4-0 (1-0)
42' Mohammed Samba
51' Hanus Sørensen
57' Sammy Skytte
62' Áki Samuelsen

Víkingur - B68 2-0 (0-0)
53' Finnur Justinussen 0-1
67' Poul Kallsberg 0-2

(Video): Finnur Justinussen: - Dugi at síggja okkum heilt har uppi
Myndir: Víkingur - B68

Skála - B36 1-4 (0-2)
28' Bjarki Nielsen 0-1
44' Zean Dalügge 0-2
47' Marius Kryger Lindh 0-3
79' Carlos Ferreira 1-3
90 (+7)' Gutti Dahl-Olsen 1-4

Reyð kort: 
Thomas Lillo, B36 (51')
Teitur Poulsen, Skála (90+5')


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder