Fótbóltur

07 Vestur hevur vunnið fimm av teimum seks seinastu dystunum móti ÍF

Vágamenn vunnu tveir lykladystir á ÍF fyri tveimum árum síðani og allar innanhýsis dystirnar í 2017. Tað eru næstan tíggju ár síðani, at ÍF vann í Sørvági - tá vóru núverandi høvuðsvenjari og hjálparvenjari á vøllinum.

Í 2021 vann 07 Vestur lykladystir, ið helt liðnum uppi - millum annað tveir móti ÍF eftir at Magnus Powell hevði tikið yvir (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2021 vann 07 Vestur lykladystir, ið helt liðnum uppi - millum annað tveir móti ÍF eftir at Magnus Powell hevði tikið yvir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-04 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu níggju árini hava 07 Vestur og ÍF bert tvær ferðir verið í Betrideildini samstundis. Seint seinnapartin skjóta hesi bæði liðini Betrideildina 2023 í gongd við dysti á Dungasandi.

Um hugt verður eftir innanhýsis dystunum millum liðini í 2017 og 2021 so sæst, at 07 Vestur hevur yvirtakið. Tað er kanska ikki so løgið, tí í báðum førum var talan um niðurflytingarár hjá ÍF.

Í 2021 vann ÍF á heimavølli móti 07 Vestur í 3. umfari. Í dystunum hvør sínumegin summarferiuna - øðrum í Sørvági og hinum í Fuglafirði - vann 07 Vestur, og hetta var ein lykil í botnstríðnum.

Í 2017 vann 07 Vestur allar tríggjar dystirnar móti ÍF, ið endaði greitt aftast. Tveir av sigrunum komu við máli í yvirtíðini - í høvuðsheitinum eru dystirnir millum hesi liðini tøtt; størsta undantakið er 1-5 sigurin hjá 07 móti niðurflutta ÍF hetta árið. 

Síðst ÍF vann í Sørvági var 2. juni í 2013. Av teimum ÍF-spælarum sum vóru á vøllinum tá, er ein eftir í verandi leikarahópi: Jan Ellingsgaard. Hendan dagin spældu bæði Aleksandar Jovevic og Bartal Eliasen við ÍF - nú hava teir leiklutin sum ávíkavist venjari og høvuðsvenjari hjá liðnum

Les eisini: 
Alex Jovevic: - Byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør
Uros Stojanov: Verður nakað serligt at spæla fyri ÍF aftur

Fuglfirðingar endaðu á 2. plássi hetta kappingarárið og vunnu allar dystirnar móti uppflytarunum úr 07 Vestur. Í 2011 vóru vágamenn eisini uppflytarar men vunnu tá allar tríggjar dystirnar móti ÍF. Samanlagt hevur 07 Vestur havt lítið yvirtak á ÍF, hóast fuglfirðingar millum annað vunnu samanlagt í hálvfinalunum í steypakappingini í 2011. Spurningurin er, um vágamenn byggja uppá  í dag, ella um uppflytararnir gera ein vørr á Dungasandi.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, leygardagin 04.03

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

Portalurin fer at fylgja Betrideildini tætt í 2023. Vit verða til dystin í Sørvági í dag og hava myndir, tekst, støðudagføringar (livescore) og videosamrøður.


Úrslitini í seinastu seks dystunum millum 07 Vestur og ÍF: 
2021:
ÍF - 07 Vestur 1-2
07 Vestur - ÍF 1-0
ÍF - 07 Vestur 3-0

2017:
ÍF - 07 Vestur 1-5
07 Vestur - ÍF 3-2
ÍF - 07 Vestur 0-1

Kelda: Faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder