placeholder
Annað

07 Vestur styrkir seg við onglendingi

Annar styrkur eisini ávegis til 07 Vestur.

Mynd: Fróði Heri Poulsen

Mynd: Fróði Heri Poulsen

2018-06-24 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðvallaleikarin Charlie Machell og 07 Vestur hava í dag undirskrivað sáttmála. Tað skrivar heimasíðan jn.fo.

07 Vestur liggur á aftasta plássið í Betri deildini hjá monnum við bara 4 stigum, og tí mugu vágamenn satsa upp á fleiri stig í seinnu kappingarhálvu.

Og um 23 ára gamli Machell kann hjálp til við hesum má tíðin vísa. Seinasta kappingarár leikti hann við Thisted í næstbestu donsku deildini. Áðrenn tað hevur hann leikt í fýra ár í USA, har hann hevur gingið í skúla.

Jn.fo skrivar, at annar styrkur eisini er ávegis til 07 Vestur.

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir 15 umfør:
1. HB (40 stig)
2. KÍ (35 stig)
3. B36 (28 stig)
4. NSí (27 stig)
5. Víkingur (26 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder