18. umfar í Meistaradeildini byrjaði við einum botnbraki, og talan gjørdist eisini um eitt satt brak av einum dysti á Dungasandi.
Eftir lítlan hálvan tíma, 28 minuttir, var 2-2 í Sørvági. Sviin Jonathan Flensborg skoraði tvær ferðir, við uppleggi frá Magnusi Holm Jacobsen, men EB/Streymur treiskaðist.
Men hesaferð var heimaliðið drúgvari. 07 Vestur skoraði einasta málið í 2. hálvleiki, tá Edvin Jakobsen sló til eftir upplegg frá Jóanis á Steig.
3-2 og trý ógvuliga kærkomin stig hjá 07 Vestur, sum reisti seg fyrimyndarliga eftir tunga tapið á Toftum sunnudagin
Viðmerkjari: Dysturin millum EB/Streym og 07 Vestur hevði alt
Úrslitið hevur við sær, at 07 Vestur nú er á 8. plássi og omanfyri niðurflytignarstrikuna. Samstundis kom EB/Streymur nærri strikuni, ístaðin fyri at sleppa burtur frá stríðnum eina løtu.
Samanlagt ger úrslitið í Sørvági eisini, at tað er uppaftur tættari í botninum - óhungaliga tætt: Bert trý stig skilja nummar 10 (Skála) og nummar 7 (EB/Streym). Tað er ósannlíkt, at B68 og Skála vinna í umfarinum, men við óvæntaðum stigum/stigi kunnu tey gera stóran vørr í stríðnum, har hvørt stig telur nógv.
18. umfar í Meistaradeildini
Fríggjadagin 7. august
07 Vestur - EB/Streymur 3-2 (2-2)
11' Jonathan Flensborg 1-0
22' Marius Nielsen 1-1
25' Jonathan Flensborg 2-1
29' Gutti Dahl-Olsen 2-2
70' Edvin Jakobsen 3-2
Hoyr eisini samrøður, sum Trygvi Absalonsen gjørdi við venjararnar báðar:
Sigfríður Clementsen: - Vit spæla undir støðið í kvøld
Tór-Ingar Akselsen: - Leikararnir hjá 07 Vestur vísa stóran stríðsvilja
Sunnudagin 9. august
15.00: Víkingur - B68
Mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB
19.00: NSÍ - Skála
FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku. Talan var um dyst í 18. umfari
Støðan í løtunI:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald