Tann fyrsti dysturin í 26. og næstseinasta umfari í 1. deild varð leikt í kvøld. Tað var toppur ímóti botni, tá KÍ tók ímóti EB/Streymi, og munurin var eisini heilt týðiligur. KÍ kom beinanvegin á odda, og botnliðið við nógvum heilt ungum leikarum var uttan møguleika í kvøld.
Darius Lewis og Kristoffur Jakobsen gjørdu hvør sítt hattrick, Hjalgrím Elttør fekk tvey og Jonn Johannesen eitt. EB/Streymur, ið er flutt niður fekk minkað um munin til 8-1, tá Gutti Dahl Olsen stútaði bóltin í málið, áðrenn KÍ lukkaði dystin við enn einum málið.
Harvið er KÍ fimm stig frammnfyri NSÍ og Víking ið spæla í vikuskiftinum. Um hesi bæði liðini missa stig leygardagin, hevur KÍ vunnið deildina. Annars kunnu teir í bláum og hvítum avgerða tað á Svangaskarði næsta fríggjakvøldið.
1. deild, 26. umfar
17. oktober, Við Djúpumýru
KÍ - EB/Streymur 9-1 (5-0)
Støðan:
KÍ 54 stig *
Víkingur 49 stig
NSÍ 49 stig
07 Vestur 44 stig
B68 34 stig
B71 29 stig
Skála 27 stig
HB 26 stig
B36 24 stig
EB/Streymur 12 stig *
*Ein dyst fleiri
Dystirnir leygardagin
Sandur
|
-
|
|||
Skála
|
-
|
|||
Tórshavn
|
11:00
|
|||
Tórshavn
|
17:30
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald