Tað er stórur spenningur í bæði upp- og niðurflytingarstríðnum í næstbestu mansdeildini, og í kvøld verður lykladystur í botninum.
B36 tekur ímóti EB/Streymi - talan er um útsettan dyst. Liðini eru á ávíkavst 8. og 9. pláss, og bert eitt stig og eitt mál samanlagt skilur tey.
Bæði spældu 1-1 javnleik leygardagin - EB/Streymur móti AB og B36 í Vági. At fáa ein sigur í kvøld merkir ógvuliga nógv. Fyri B36 snýr tað seg um at leggja sjógv millum seg og EB/Streym; fyri útiliðið snýr tað seg um at koma frammum ártalsfelagið. Um tað endar við javnleiki, heldur háspenningurin sær í botninum av álvara.
1. deild - 23. umfar (útsettur dystur)
28.09 - Tórsvøllur
20.00: B36 - EB/Streymur
1 | 24 | 15 | 1 | 8 | 53 | 28 | +25 | 46 | ||
2 | 24 | 11 | 6 | 7 | 45 | 34 | +11 | 39 | ||
3 | 24 | 11 | 4 | 9 | 57 | 41 | +16 | 37 | ||
4 | 23 | 11 | 4 | 8 | 49 | 41 | +8 | 37 | ||
5 | 24 | 11 | 4 | 9 | 52 | 53 | -1 | 37 | ||
6 | 24 | 10 | 2 | 12 | 42 | 52 | -10 | 32 | ||
7 | 24 | 8 | 6 | 10 | 36 | 42 | -6 | 30 | ||
8 | 23 | 7 | 5 | 11 | 36 | 50 | -14 | 26 | ||
9 | 23 | 7 | 4 | 12 | 38 | 53 | -15 | 25 | ||
10 | 23 | 5 | 8 | 10 | 34 | 48 | -14 | 23 |
Talva: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald