Kappróður

12 manningar stríddust á longum teini á Skálafjørðinum

Róð var úr Skálafirði til bátahylin í einkultstarti. - Tað er tí onki at ivast í, at vit hava fingið eina kapping, ið hevur framtíðina fyri sær..

Kvinnurnar hjá Sølmundi sum vunnu í 6-mannaførum hjá kvinnum (Mynd: Jan Hermann/rsf.fo)

Kvinnurnar hjá Sølmundi sum vunnu í 6-mannaførum hjá kvinnum (Mynd: Jan Hermann/rsf.fo)

2025-08-26 20:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðsta leygardag varð skipað fyri kapping í langteinarógving. Hetta er fyrstu ferð, at kappingin hevur verið á Skálafjørðinum. Róð varð úr Skálafirði og heilt út til bátahylin á Skála. Veðurlíkindini vóru heilt hampulig, turt og nakað av mótvindi var. 13 manningar høvdu meldað til og 12 av teimum løgdu til brots.

Tað er ikki ofta, at skipað hevur verið fyri langteinarógving. Tó hevur tað verið roynt áður, so er steðgur komin í, men nú var tíðin komin aftur, at royna hesa kapping. Róðrarsamband Føroya og Skála róðrarfelag løgdu lunnar undir, at tiltakið kundi haldast.

Tað eydnaðist til fulnar. Alt gekk eftir ætlan – frá startinum og heilt til bátarnir aftur vóru drignir á land – og stemningurin á bryggjuni og millum luttakararnar var framúr góður.  Hendan kappingin var nakað longri og drúgvari, enn tann vanligi 1000 metra róðurin, vit plaga síggja á stevnunum, um summari.

Tað vóru 3 minuttir ímillum hvønn start, so teir byrjaðu ikki í senn, men ein og ein. Ein einkultstartur, sum vit eitt nú kenna frá súkkling. Eingin bátur yvirhálaði á teininum, men bátarnir við bestu tíðunum vunnu, so hálast mátti í árina, um man vildi vinna.

Tríggir bólkar vóru við: Menn undir 18 ár, menn yvir 18 ár og kvinnur yvir 18 ár. Vinnararnir og útslitini síggjast her:


5-mannafør menn yngri enn 18 ár:

Nr.BátanavnTíð
1Drekin (HR)32:12.036
2Kollur (KÍF)33:43.991
3Flógvin (ERF)35:27.225


6-mannafør kvinnur yvir 18 ár:       

Nr.BátanavnTíð
1Sølmundur (NSÍ)

34:22.934

2Sjóherji (Tindur)35:30.946
3Tvørábáturin (FSR)36:35.714
4Riddarin (MR)38:10.614
5Sjódrekin (Skála)38:55.143


6-mannafør menn yvir 18 ár:    
 

Nr. BátanavnTíð
1Glyvrabáturin (NSÍ)30:06.497
2Sundabáturin (NHR)30:54.387
3Gongurólvur (HR)31:00.085
4Víkingur (HR)32:16.891


Aftaná róðurin savnaðust øll í bátahúsinum á Skála, har kaffi og køka settu prikkin yvir i’ið, á einum  hugnaligum degi. Á trappuni handaði RSF steypini til vinnararnar – ein løta, sum setti vakran enda á dagin.

Vit í Róðrarsambandinum vilja takka Skála Róðrarfelag fyri teirra framúr góða arbeiði og tænastu. Uttan tykkara eldsálir hevði henda kappingin ikki borið á mál. Eisini ein stór tøkk til allar manningar, ið tóku lut og gjørdu dagin bæði spennandi og minniligan.

Hetta er ein byrjan, ið vísir, at langteinaróður hevur stórar menningarmøguleikar – bæði sum ein spennandi nýggjur kappróðrarleikur, og sum ein øðrvísi uppliving, ið savnar fólk saman á bryggjuni. Tað er tí onki at ivast í, at vit hava fingið eina kapping, ið hevur framtíðina fyri sær.

Róðrarsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder