Annað

120 børn vóru við til ólavsøkurenningina í ár

Rógvi og Rebekka vunnu ólavsøkurenningina fyri tey vaksnu.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-29 12:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikukvøldið var árliga ólavsøkurenningin runnin í økinum frá Skálatrøð og út á Bakka.

Hjá monnunum vann Rógvi Kárason úr Bragdinum við tíðini 16.49 minuttir og hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø Poulsen við tíðini 19.05 minuttir.

Undirtøkan var góð, tí 98 vaksin og 120 børn stóðu á luttakaralistanum. Veðrið var einastandandi gott, og alt gekk væl. Sum nakað nýtt í ár, fingu øll børnini hvør sítt heiðursmerki fyri at luttaka, og Bragdið skrivar á netinum, at tað var stuttligt at síggja gleðina í eygunum, tá tey fingu tey handað. Sum altíð hevði Bragdið “harur” at hjálpa børnunum upp í ferð og at vísa vegin, og í ár vóru tey Arina Ludvig og Eiri J. Glerfoss, tveir ungir íðkarar úr Bragdinum.

Úrslitini í øllum bólkunum síggjast á heimasíðuni hjá Bragdinum

Jens Kr. Vang tók myndirnar frá barnarenningini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder