"Prince of the Palace". Hetta er eyknevni, sum Luke Littler hevur fingið eftir síni nærum ótrúligu avrik í Alexandra Palace seinastu vikurnar. Drongurin úr Chesire hevur bergtikið dart-heimin við sínum avrikum í enska høvuðsstaðnum, og í kvøld skal ungdómsmeistarin spæla PDC HM-finalu hjá teimum vaksnu.
Hetta er greitt eftir enn eitt sannførandi avrik í gjárkvøldið. Littler tók skjótt ræðið á hálvfinaluni. Rob Cross hevði vent sínari fjórðingsfinalu fullkomiliga (0-4 til 5-0), men hóast hann fekk minkað um munin til 3-2 í hálvfinaluni, so var 16-ára gamli drongurin ov kaldur. Luke Littler vann trý sett á rað og varð stórliga fagnaður í "Ally Pally".
Spurningurin er so, um tað ber heilt á mál hjá Littler. Hann skal spæla ímóti einum øðrum, ið ongantíð hevur verið í einari vaksnamannfinalu, og sum er glóðheitur í løtuni.
28-ára gamli Luke Humphries hevur eisini ment seg nógv seinastu árini, og hevur hann spælt ógvuliga væl higartil í 2024
Luke Humphries spældi ógvuliga dramtiska áttandapartsfinalu fyri nýggjár, men hevur síðani vunnið 5-1 og 6-0. Spælt verður fyrst upp í seks sett í hálvfinalunum, og Scott Williams, ið sendi Micheal van Gerwen út nýggjársdag, fekk ikki eitt bein til jørðina. Humphries hevði høga miðaltal á 108.74 fyri hvørjar tríggjar pílar kastaðar, og í kvøld skal hann dystast við Littler um steypið og milliónar.
12 ár eru ímillum onglendingarnar, og lagt er upp til tætta PDC-finalu í London. Hon byrjar klokkan 20.15 og sæst á TV3 Sport og Viaplay.
PDC World Championship hálvfinalur
Í gjár, 2. januar 2024
Rob Cross - Luke Littler 2-6
Scott Williams - Luke Humphries 0-6
PDC World Championship finala
Í dag, 3. januar 2024
Luke Humphries - Luke Littler
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald