Annað

16-ára gamla dartundrið basti van Barneveld

Luke Littler varð føddur tjúgu dagar eftir, at Raymond van Barneveld vann PDC heimsmeistaraheitið í 2007. Í gjárkvøldið vann Littler greitt í London, og skal hann í morgin spæla fjórðingsfinalu.

Hinar áttandapartsfinalurnar í gjárkvøldið vóru meira spennandi, men stigið var høgt í uppgerðini millum spælararnar, sum 40 ár eru ímillum. Luke Littler verður helst millum teir seinastu fýra í sínum fyrsta HM fyri vaksin

Hinar áttandapartsfinalurnar í gjárkvøldið vóru meira spennandi, men stigið var høgt í uppgerðini millum spælararnar, sum 40 ár eru ímillum. Luke Littler verður helst millum teir seinastu fýra í sínum fyrsta HM fyri vaksin

2023-12-31 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant er dart á høgum stigi áðrenn og eftir jól, umframt um nýggjárstíðina, í Alexandria Palace í London. PDC World Darts Championships byrjaði í 1994 - tá í Circus Tavern - og er blivin tann best umtóka av HM-greinunum innan dart.

Sjóneykan er á "Ally Pally" hesa tíðina, og hóast stjørnur sum Micheal van Gerwen og Rob Cross framvegis eru við, so er tað ein 16-ára gamal onglendingur, sum á sín hátt hevur skinið bjartast.

Luke Littler vann ungdóms-HM fyrr í ár, og drongurin úr Cheshire er tann yngsti dartspælarin nakrantíð, sum hevur vunnið ein dyst til vaksnamanna-HM. Littler hevur nú vunnið fýra dystir í PDC World Darts Championships. Evnaríki spælarin hevur verið sannførandi, og tað var eingin slingur í valsinum, tá hann spældi móti einum av sínum størstu fyrimyndum í gjárkvøldið.

Raymond van Barneveld vann júst hesa kappingina 1. januar í 2007. Tjúgu dagar seinni varð Littler føddur. Samanlagt hevur van Barneveld vunnið HM fyrr ferðir - fýra ferðir undir skipanini hjá British Darts Organisation. Nú 56-ára gamli niðurlendingurin gavst í 2020, men vælumtókti spælarin byrjaði aftur árið eftir - frá botni.

Í gjárkvøldið stóð hann aftur í áttandapartsfinalu í Ally Pally. Hóast van Barneveld spældi við einum miðaltali, ið var millum tey hægstu hjá øllum í áttandapartsfinalum, so var Littler bara betri. 16-ára gamli onglendingurin vann tey fyrstu trý settini, áðrenn "Barney" svaraði aftur. Luke Littler ristist tó ikki á hondunum og avgjørdi alt í 5. settið. Hann hevï eitt miðaltal á yvir 105 fyri hvørjar tríggjar pílar.

4-1 sigurin sendi Littler í fjórðingsfinaluna. Har stendur hann sum stórfavorittur móti Brendan Dolan. Norðurírin vann spennandi 1/8-finalu á tvífalda vinnaranum, Gary Anderson, í gjár.

Annars er heili fimm av teimum sjey hægst styrkismettu undan kappingini slignir út. Millum annað hægst styrkismett Micheal Smith sum vann PDC fyrr í ár. Hann tapti 4-0 í fyri landsmanninum Chris Dobey. Tað er júst Dobey, sum leggur út í fjórðingsfinalunum í gjár móti Cross. Frídagur er í dag. Sí alla skránna niðanfyri.

PDC World Championship fjórðingsfinalur
Í morgin, 1. januar 2024

12.45: Chris Dobey - Rob Cross

14.00: Luke Littler - Brendan Dolan

19.15: Micheal van Gerwen - Scott Williams

20.30: Luke Humphries - Dave Chisnall

Dystirnir síggjast á TV3 Sport og Viaplay


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder