Fótbóltur

2019: Føroyameistararnir høvdu dýrasta hóp og fingu flest inntøkur

HB rindaði mest í starvsfólkalønum og hevur størstu skuldina. Her eru nøkur av tølunum frá ársrokniskapinum feløgunum í Betrideildini hjá monnum..

Øll feløgini hava skrásetta skuld - KÍ tað lægsta talið og HB tað hægsta (Mynd: Jens Kr. Vang)

Øll feløgini hava skrásetta skuld - KÍ tað lægsta talið og HB tað hægsta (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-09 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er fokus á fíggjarstøðuna hjá feløgunum í Betrideildini, ið orsakað av koronastøðuna missa nógvar inntøkur. Fleiri av feløgunum eru farin uppí ALS

Ársrokniskapirnir fyri 2019 eru fyri kortum gjørdir almennir, og seinastu dagarnir hevur bolt.fo víst á, hvussu tølini eru á ymsu økjunum

Føroyameistararir KÍ fingu flest inntøkur í 2019. Skála, ið er í heldur tungum sjógvi fíggjarliga, fekk minst.

Inntøkur tilsamans í 2019

1. KÍ 10.228.533 kr.

2. HB 9.227.800

3. B36 7.141.072

4. NSÍ 5.687.961

5. Víkingur 3.487.801

6. TB 3.177.430

7. EB/Streymur 2.765.080

8. AB 2.279.240

9. ÍF 2.234.074

10. Skála 1.876.731

Evropeisku pengarnar síggjast tíðiliga. KÍ kom víðari tvær ferðir, og HB luttók í Champions League. Feløgini fingu bæði upp ímóti 6 milliónum. KÍ fekk næstan eina millión fyri allar áskoðarinntøkurnar ígjøgnum árið. Vìkingur var fyri fyrstu ferð í átta ár ikki við evropeiskar kapping. Hetta sást eisini, tó at Víkingur framvegis hevur flest pening á bók (sæst longur niðri)

Yvirlit yvir hvar inntøkurnar komu frá kann síggjast á bolt.fo


Starvsfólkaútreiðslur 2019:

1. HB 4.926.765 kr.

2. KÍ 4.789.326

3. NSÍ 3.272.664

4. Víkingur 3.213.101

5. B36 3.115.606

6. TB 1.859.223

7. Skála 1.755.015

8. EB/Streymur 1.516.425

9. AB 1.426.062

10. ÍF 1.418.148

Leikaralønir 2019:

1. KÍ 3.315.637 kr. 

2. Víkingur 2.415.815

3. NSÍ 2.311.791

4. HB 2.248.781

5. B36 2.031.375 *

6. TB 1.273.567 *

7. Skála 1.120.060

8. AB 1.095.215

9. EB/Streymur 1.038.751 *

10. ÍF 1.020.185

* B36, TB og EB/Streymur hava ikki uppgivið leikaralønir fyri seg, og tí er hetta eitt miðal prosental av tí, sum hini topp 5/botn 5 hava í mun til samlaðar starvsfólkaútreiðslur. (bolt.fo)


Tøkur peningur:

1. Víkingur 2.606.409 kr.

2. B36 2.139.577

3. KÍ 1.562.565

4. TB 210.834

5. EB/Streymur 140.701

6. AB 112.626

7. NSÍ 94.986

8. Skála 28.946

9. ÍF 22.276

10. HB 0

Skuld:

1. KÍ 74.317 kr.

2. Víkingur 271.803

3. TB 285.540

4. ÍF 445.774

5. NSÍ 747.214

6. AB 971.267

7. Skála 1.103.816

8. EB/Streymur 1.276.839

9. B36 2.188.781

10. HB 4.459.684


Talan er um tøl, ið feløgini hava upplýst til FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder