Leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars er fyrsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum á skránni. Og fyri fyrstu fer í longri tíð, eru átta lið við í kappingini.
Fyri kappingina merkir hetta, at 21 umfør verða leikt, og í mun til undanfarin ár spæla liðini ikki fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum men tríggjar ferðir.
AB/B71 vann næstbestu deildina í fjør, og liðið hevur avgjørt at royna seg í bestu deildini í ár. Harafturat hevur 07 Vestur eisini boðað frá, at tær har vesturi vilja taka dystin upp ímóti teimum bestu. Tey nýggju liðini í deildini sleppa eisini í eldin fyrsta leikdagin. AB/B71 skal leygardagin 20. mars royna seg á útivølli ímóti EBS/Skála, meðan 07 Vestur fær vitjan av HB.
Hinir báðir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir dagin eftir, sunnudagin 21. mars. Í Klaksvík tekur greipuvinnarin, KÍ, ímóti NSÍ, sum endaði á 2. plássi í fjør, og sum í farna vikuskifti vann 3-1 á júst KÍ í finaluni í VFF Cup. Hesi liðini hittast eisini í stórsteypadystinum leygardagin. Seinasti dystur í 1. umfari verður í høvuðsstaðnum, har B36 fær vitjan av Víkingi, sum nú stendur á egnum beinum.
13. og seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt síðst í juni, og siðan verður lagt fyri aftur tann 7. august. Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 16. oktober.
Øll kappingin sæst HER
Kelda: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald